8.6.21

Jagla nú, lortendi

Korrupti fiskivinnupolitikkurin hevur flutt ríkum kvotagreivum og alikongum so nógvar miljardir úr landsins inntøkum, at teir og arvingar teirra í dag tíggja sær júst sum ein nýggj aðalstætt. Teir keypa aðrar fyritøkur í teyggjum, so at tað fæ, sum av røttum ongantíð var teirra, verpur gullegg í teirra egnu lummar.

Haraftrat lata teir snildar gávur til trúarbólkar, ítróttafeløg og annað ítriv, so at sólin skal skína á teirra gávumildu hendur. Bara hesa seinastu vikuna las eg tvær fittar søgur: hana um bygdagøtur og snøggar brýr millum Oyndarfjørð og Hellurnar, sum hava fingið stuðul, og so hana um íløgu í íbúðarbygging í Eysturoynni, ið mestsum varð umrødd sum hjálp og stuðul av allar fittasta slagi. 

Tað mest óunniliga við hesum er tann hugmyndin, sum føroyingar hava av hesum fyribrigdinum.
Úr landsins kassa rennur ein stríður streymur av miljardum niður í lummarnar á nøkrum ørfáum ovurríkum føroyingum. Tað eru lógir um aling og fiskiveiði, sum flyta pengarnar, men tað kundi eins væl verið gjørt í skattalógini, so at landsskatturin bara fór beinleiðis niður í lummarnar á hesum fáu úrvaldu.

Men summi - veri tey fá - eru so hjartans glað um ta vælvild teimum er unt undan hondunum á hesum vælviljandi og gávumildu sálum, sum sóu týdningin í júst teirra hjartabarni. 

Eg veit væl at danski teknarin, Storm P, ikki hevði júst hesa søguna í tonkunum, tá hann teknaði hundin, sum fekk sín egna hala til matna, men hon tolir saktans at verða nýtulkað - tí júst so er tað. Tann skatturin tú betalti, fíggjaði bæði marglætið, íløgurnar og gávurnar allar, sum úrvalsliðið tveitti tær eina slintur av. Jagla so, lortendi.

No comments:

Post a Comment