13.6.21

Veiðigjøld eru biddaraferð

 

Ísland hevur drúgvar royndir av veiðigjøldum, sum nýggja Vinnuráðið (fyrrverandi Búskaparráð) nú hevjar sum stavnamerki.

Lítið høpi var í grundgevingunum til hesa bráðu vend, eftir at sannir samfelagsbúskaparfrøðingar vórðu burtursagdir, og vinnustjórar við handilsligum útbúgvingum eru settir at ráðgeva í tjóðarbúskapi. Tí skal eg her heilt stutt vísa gongdina í Íslandi, sum hevur stívliga tjúgu ára royndir við at leggja veiðigjøld á úrvaldu pengasterku reiðarí.

Veiðigjøld verða ásett av embætisfólki, sum a) fyri hvørt fiskaslag, b) fyri hvønn veiðibólk, c) fyri hvørja árstíð, d) undir fortreytum av galdandi rentum og gjaldoyravirðum, og e) við tí óvissu sum í upplýsingunum eru, skulu gita og rokna seg framm til eitt krónutal í avgjaldi.

Pengasterku reiðararnir hava góðar fastatøkur á politikarum og á stjórnarvaldinum (eins og í Føroyum). Tað hevur tí eydnast – hóast kreppur og almenna penganeyð – at halda veiðigjøldini láturliga lág. Í miðal hava tey verið um leið 6 prosent av veiðivirðinum millum 2010 og 2020. Hetta er bara ein brotpartur av tí tilfeingisrentu, sum ætlað er at vera í fiskiveiðini.

Í eini grein hava Gunnlaugsson og onnur (2020) mett at almenningurin fær um leið 20 prosent av tilfeingisrentuni í veiðigjøldum og skattum, meðan tey ið kvoturnar eiga fáa 40 prosent, og virkandi fiskivinnufyritøkur fáa 40 prosent. 

Sambært Tema Nord grein hjá Max Nielsen o.ø. (2010), har millum onnur Hans Ellefsen var við úr Føroyum, er niðurstøðan at í 2007 var tilfeingisrentan í pelagiskum fiskiskapi 43 prosent í Íslandi og 38 prosent í Føroyum.

Tilfeingisgjøld upp á 6 prosent eru tí einki annað enn eyðmýkjandi biddaragongd.

Veiðigjøld sveiggja í politiska lotinum, men fær onkur trýst tey upp eitt bil, lækka tey tó skjótt aftur, sum hesin grafurin vísir, sum eg havi stykkjað saman úr ymsum keldum (Fiskistofa, Matthíasson, Hagstofa). Víst eru veiðigjøld sum prosentpartur av veiðivirðinum.



 

 

 

 

 

 

Tá fiskifør og kvotaeigarar í Íslandi selja sínamillum, eru heilt aðrar upphæddir á borðinum. Í miðal skiftu hesir um kvotur í 2020 fyri um leið helvtina av veiðivirðinum. 50 prosent og ikki tey 6 prosentini, sum almenni eigarin fær.

Uppboðssølurnar í Føroyum í 2018 og 2019 góvu eisini um leið 50 prosent, helvtina av veðivirðinum, til almenna eigaran – Føroya fólk.

Vert er at leggja sær í geyma, at tá hetta merkantila Vinnuráðið (fyrrverandi Búskaparráð) nú mælir til at fara burtur frá tilmælinum um uppboðssølu, fara tey eisini burtur frá javnari kapping og javnsettari atgongd hjá øllum borgarum landsins.

Tí hesi tingini hanga saman – atgongdin og gjaldshátturin.

Hevur tú avgjørt at lata úrvaldu verandi reiðarum fiskirættindini, noyðist tú leggja veiðigjald á úrtøkuna, skal samfelagið hava nakað sum helst burturav.

Hevur tú tvørturímóti avgjørt at lata allar hugaðar borgarar sleppa at royna seg í javnsettari kapping um at sleppa fram at fiskirættindunum, er uppboðssøla mestsum ein natúrlig fylgja av tí.

Tað, formaðurin í Vinnuráðnum tí sigur er at úrvalsliðið framvegis skal hava frammíhjárætt til fiskirættindini, framm um allar aðrar hugaðar borgarar. Láturliga veiðigjaldið er bara ein avleiðing av fyrra sjónarmiðinum um frammíhjárætt.


Keldur:

Fiskistofa.is

Hagstofa.is

Þórólfur Matthíasson. „Hversu miklar tekjur hefur ríkissjóður haft af veiðigjöldum síðan 2005 á verðlagi ársins 2015?“ Vísindavefurinn, 13. september 2016. Sótt 13. júní 2021. http://visindavefur.is/svar.php?id=72650. 

Gunnlaugsson, Stefán & Saevaldsson, Hordur & Kristofersson, Dadi & Agnarsson, Sveinn. (2020). "Resource Rent and its Distribution in Iceland’s Fisheries". Marine Resource Economics. 35. 000-000. 10.1086/708507.

Max Nielsen o.o (2010). "Samfundsøkonomisk afkast af pelagisk fiskeri i nordøstatlanten". TemaNord 2010:573, Nordisk Ministerråd, ISBN 978-92-893-2120-4

No comments:

Post a Comment