9.9.21

Vexur neyðin eins nógv og misjavnin?

Í hesi greinini verður víst, at saman um tikið er misjavnin vaxin við um leið 7 prosentum um árið hesi seinastu tíggju árini. Tað syrgiliga er at neyðin tykist vera økt við somu ferð.

Vit hava helst øll varhugan av at misjavnin er vaxin seinastu árini. Tað eg her vil vísa er, at misjavnin er ikki brádliga vaxin av misgáum, men at vaxandi misjavnin er partur av einari politiskari ætlan, sum Løgtingið hevur samtykt at so skal vera.

Í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni eru føroyskir skattgjaldarar býttir upp í túsund bólkar, og miðalinntøkan er síðani roknað fyri hvønn bólkin sær. Tá sæst millum annað at tey 39 fólkini sum í 2018 lógu mitt í rúgvuni av inntøkum, í miðal høvdu stívliga 264 túsund krónur í ársinntøku. Ríkastu 39 skattgjaldararnir tjentu í sama árið 6,7 miljón í miðal.

Fólkini mitt í rúgvuni eru vanligir skattgjaldarar - hin ófaklærdi arbeiðarin, skrivstovufólkini, tey í handlum og ymsu tænastuveitingunum, sjúkrahjálparin og so framvegis. Rokni eg miðal inntøkuna hjá teimum 100 bólkunum mitt í rúgvuni, fáa vit miðalinntøkuna hjá teimum um leið 25 túsund fólkunum mitt í rúgvuni, sum hava millum 100 og 400 túsund í ársinntøku. Tá hava vit fingið nógvar handverkarar, fiskimenn, akademikarar, tøkningar og onnur upp í rúgvuna. Miðalinntøkan í hesum stóra hópi er tá slakar 279 túsund krónur, sum ikki er munandi meira enn mittasta inntøkan.

Uttan mun til um vit rokna mittastu inntøkuna ella miðalinntøkuna hjá teimum um leið 25 túsund ”vanligu” skattgjaldarunum, so er úrslitið, at árligi vøxturin í inntøku hevur verið 2,1 prosent um árið frá 2009 til 2018.

Vanligi skattgjaldarin veit at hóast inntøkan er vaxin 2,1 prosent um árið, so er lívið ikki vorðið 2,1 prosent lættari at liva. At fáa endarnar at røkka saman er framvegis sami neyðugi kunsturin.

Harafturímóti kunnu tey í ríkasta bólkinum frøa seg um at árligi vøxturin í inntøkunum hjá teimum hevur verið heili 9 prosent – frá 2,7 miljón til 6,7 miljón – ein sløk hálv miljón um árið!

Vøxturin í ríkasta bólkinum hevur sostatt verið næstan tvær vanligar miðalinntøkur á hvørjum árið síðani 2009!

Bera vit saman inntøkurnar hjá hesum allar ríkastu borgarunum við miðal inntøkuna hjá omanfyri nevnda vanliga skattgjaldaranum, sæst at misjavnin er tvífalt so stórur í 2018 sum hann var í 2009. Í 2009 var ársinntøkan hjá ríkasta bólkinum 12 ferðir inntøkuna hjá vanliga skattgjaldaranum, og í 2018 var hon 24 ferðir størri.

Man kundi sagt at upp á 10 ár er gjógvin millum tey ríkastu og tey vanligu sloppin at breiðka púra ótarnað. Men tað hevði ikki verið heilt rætt. Beinari hevði verið at sagt at Løgtingið hevur miðvíst stýrt eftir tí úrslitinum, at gjógvin millum vanliga borgaran og úrvalsliðið á ovast rók skuldi breiðkast so nógv og so skjótt sum til bar.

Tað er ikki av tilvild at alikongarnir og kvotagreivarnir í uppsjóvarfiskiflotanum hava ársinntøkur í tíggju- og hundraðtals miljóna klassanum. Hetta er úrslit av tí púra greiðu ætlan at lata vinningin av dýra felags tilfeingi okkara í havinum og á firðunum til eitt pinkalítið úrvalslið av føroyingum, sum uttan at eiga eina krónu av hesum av røttum, sleppur at kradda inn undir seg og at tveita sínum nærmastu burturav.

Ongin av politisku flokkunum hevur reina samvitsku í hesi syrgiligu vend. Hetta er tí miðvísa ætlanin hjá politisku stættini, sum á so mangan hátt er í tjóðri hjá ríka úrvalsliðinum, hon sjálv hevur skapt.

Miðal skattgjaldarin í Føroyum er ikki fátækur, so sum vit vanliga skilja heitið. Tí er hetta, sum nevnt er omanfyri, ein søga um miklan órætt og misjavnt býti, sum tilvitað er framt móti meirilutanum av borgarum landsins.

Satt fátækradømi hava vit harafturímóti millum tey við minstu inntøkunum, sum mugu leita sær hjálp frá vinum og familju, ella mugu fáa hjálp frá tí almenna (um nøkur hjálp er at finna har!)

Á roknskapinum hjá Almannaverkinum er ein konta, sum hevur heitið ”Fyribils uppihaldsveiting”, sum er partur av almannatrygdini í sosiala lógarverkinum. Neyðugt hevur verið at økja um hesa játtan heili 7 prosent um árið í miðal hesi somu 10 árini, sum nevnd eru omanfyri. Lagnunar speisemi vil tað nú soleiðis at tað er sami vøxtur, sum verið hevur í misjavna býtinum av inntøkum.

Tað ber ikki til at fylla lummarnar hjá einum lítlum ovurríkum úrvalsliði, uttan at tað eisini rakar tey við minstu inntøkunum. Tað ber heldur ikki til at fremja slíkan misjavna, uttan at tú svøltar tann alneyðuga almenna bygnaðin, sum føra skal samfelagið uppreist inn í nýggjar og ókendar tíðir.


PS:

Yvirskriftin er skrivað sum spurningur, hóast tølini eg vísi á, júst benda á at so er – neyðin vexur við somu ferð sum misjavnin í inntøkum. Orsøkin til at tað kortini stendur sum spurningur er, at neyðugt er at kanna slík mál meira gjølla, skal niðurstøðan vera snórabein. Fátækt og sosial neyð sæst ikki í hagtølunum, men má lýsast og greinast serstakt.
Politisku flokkarnir við ringasta bróstsviðanum áttu at syrgt fyri at hetta verður greinað meira gjølla.

Meira gjølla er um evnið at lesa í frágreiðing hjá Jón Joensen, hagfrøðingi her: https://www.ej.fo/2019/08/26/%C3%B8ll-f%C3%A1a-meira-flest-f%C3%A1a-minni/

No comments:

Post a Comment