21.11.21

Fult gjald fyri tilfeingi ella lønirnar upp

Kanska pressan ikki rættuliga hevur gáað eftir tí enn, men í frágreiðingini frá danska Nationalbanken, stendur í føroysku týðingini soleiðis at lesa:

”Í einum búskapi sum tí føroyska, ið er savnaður kring sjófeingi, verður ikki væntað, at trýstið á arbeiðsmarknaðin ávirkar kappingarevnið hjá útflutningsvinnuni í sama mun. Orsøkin er, at søluprísirnir í størri mun eru tengdir at veiðumøguleikum, lívfrøðiligum viðurskiftum og heimsmarknaðarprísum, enn av lønarútreiðslum, sum vanligt er í siðbundnari vinnuligari framleiðslu. Tað eru tí onnur viðurskifti enn lønarlagið, sum í størri mun avgera, hvussu væl virkini megna at kappast á heimsmarknaðinum. Samstundis hava bygnaðarlig viðurskifti, so sum fiski- og handilssáttmálar og ein munagóð fiskivinnuumsiting, eisini stóran týdning fyri, um virkini eru kappingarfør.” 

Hetta sæst á síðu 2 í hesari nýggjastu greiningini hjá Nationalbanken. Á enskum at lesa her.

Hvat merkir so hetta?

Í stuttum stendur her at lesa, at lønarlagið í Føroyum er ikki í sama mun fjøtrað av lønarlagnum í øðrum londum, eins og tað er í til dømis Danmark. Fara lønirnar í Danmark upp, fara lønirnar í donskum fyritøkum í útflutningi eisini upp, og so dragna tær í kappingini við fyritøkur í øðrum londum. Tá verður danskt svínakjøt, danskir møblar og danskar tænastur dýrari at keypa.

Men er ikki tað sama galdandi í Føroyum?

Nei, ikki heilt.

Um lønirnar í Miklagarði, hjá Strandferðsluni, Timburhandlinum, hjá lærarum og sjúkrasystrum fara upp, fær tað ikki somu árin á føroyskt kappingarføri á altjóða marknaðum, sum til dømis í Danmark. Tí hóast hetta leggur trýst á lønirnar í Bakkafrosti og hjá Varðanum, so at tær fara upp, munnu fyritøkurnar saktans hóra undan.

Støðan er jú hon, at føroysku fyritøkurnar í alivinnu og fiskiveiði hava ongar trupulleikar at gjalda hægri lønir, tí at tær fáa mestsum alla tilfeingisrentuna í lumman frá Føroya fólki, sum alt tilfeingið eigur. Tí eru avlopini hjá fyritøkum í serstakliga aling og uppsjóarfiskiskapi so ófantaliga stór.

Mest avgerandi fyri føroyska útflutningin er tí ikki lønir og hýrur, men heldur slíkt sum útlendska eftirspurnin eftir fiskavørum, standurin í fiskastovnunum og ikki minst fiskivinnupolitikkurin í Føroyum (sum hevur verið heilt hopleysur í mong harrans ár).

Hetta merkir so, at fyri vælferðina í landinum hevur tað meira at týða hvussu væl Løgtingið ansar eftir alifirðunum og fiskastovnunum, Føroyar fólks vegna, heldur enn um støddina á lønini hjá vanliga føroyinginum.

Nationalbanken hevur skilt, at burtur úr alivinnuni og fiskivinnuni í Føroyum rennur ein stríður streymur av náttúruskaptum miljardum í lummarnar hjá teimum sum eiga fyritøkurnar. Miljardir, sum ongantíð av røttum vóru teirra.

Merkir hetta so at føroyska lønarlagið kann fara munandi upp?

Ja, tað er akkurát tað, sum hetta merkir.

Men her eru tvinni atlit at taka.

Hitt fyrra er, at lønarlagið kann bara fara so langt upp, sum miljardirnar í tilfeingisrentu røkka.

Seinna atlitið at taka er, at úrtøkan av dýru fiska- og alirættindunum er tjóðarogn, og ikki rættur hjá einstøkum borgarum - hvørki hjá partaeigarum ella hjá løntakarum eina. Eftir røttum eigur úrtøkan tí at fara í felags kassan hjá øllum føroyingum.

Men fyrst og fremst er at fegnast um at Nationalbanken, sum eisini er ríkisbanki Føroya, hevur staðfest at útflutningur Føroya er ikki í sama mun tengdur at lønarlagnum, sum í øðrum tilfeingisfátækari londum, sum til dømis í Danmark.
 
Sum frá líður munnu fakfeløgini og løntakararnir fata, at framúr gott grundarlag er at fáa hægri lønir, tá stórfyritøkurnar í útflutningi skumpa miljardirnar upp í lumman. So leingi sum Løgtingið fóðrar alikongar og kvotagreivar við tilfeingismiljardum, er gott grundarlag fyri risa lønarhækkingum.
 
Munandi betur var um Løgtingið tók alla tilfeingiusrentuna inn, bæði í fiskiveiði og aling, og lat øllum borgarum landsins fæið aftur sum bæði skattalætta og sum dygdargóðar almennar tænastur til heilsubót, skúlagongd og annað almannagagn. Tá slappst undan tí lønar- og prísvøxtri, sum annars fer at taka seg upp.

2 comments:

  1. Áhugavert .... men hvar nationalbankin sínar upplýsingar frá?

    ReplyDelete
  2. Danski Nationalbanken fær allar tær upplýsingar honum tørvar frá føroyskum pengastovnum, sum eru partur av danska pengakervinum. Tey vita sostatt meira um fíggjarliga standin í Føroyum enn nakar annar. Landsbanki Føroya fær somuleiðis innlit í hesi viðurskiftini, tí hann er føroyski myndugleikin í samskiftinum við Danmarks Nationalbank.

    ReplyDelete