28.9.21

Bukkarnir Brúsi

 

"Hvør er tað, sum gongur á míni brúgv?" ýldi trøllið, tá bukkarnir Brúsi gingu í feitilendið, at eta seg mettar í sevjuríka grasinum, har vax.

Hvør er tað, sum nú skal troka seg inn á einkarrættin hjá reiðarunum, sum hava átt hetta feitilendið í so frægum friði nú eina tíð? Eingin friður fæst. Ikki so langt síðani at braneggjaðu hósvíksingarnir trokaðu seg framat.
 
Semjan millum politisku klikuna og dýrastu drottirnar millum reiðarar, er ein viðbrekin semja, sum krevur at friður er á dekkinum. Rætta úrvalsliðið skal hava feitastu bitarnar. Manningarfeløgini skulu hava sítt, og bygdirnar skulu hava sínar bitar. Skiftast skal millum samgongur, og øll skulu hava sítt. Allur legitimiteturin hvílir á hesi gomlu korruptu semju, sum rænir hundraðtals miljónir úr vælferðini hjá vanliga føroyska borgaranum.
 
Hesar seinastu hendingarnar avdúka bara hvussu kavrotin øll galdandi lógliga fiskivinnuskipan er. Undir galdandi lóggávu verður meginparturin av fiskirættindunum latin ókeypis til ein lítlan úrvaldan skara. Hvør er so munurin, at aðrir sleppa at ganga um brúnna til feitilendið? Um teir eru syskinnabørn ella vinir hjá politikarum, ger tað mun? Er tað betur at onkrir akademikarar hava stemplað bukkarnar Brúsi at hava verdugar verkætlanir?
 
Í mínum eygum er hetta sama korrupta mannagongd - eitt sindur meira opinskárað órættvís, meira harðrend og hástór - men sama spilla, sama órættvísi sum tá hon er í klædningi og fylgir lógum landsins.
 
So leingi miljardir verða lætnar fáum úrvaldum ríkiskroppum, verður trokan framm at trognum. So leingi kavrotna skipanin verður galdandi, fer opinskár korrupsjón at henda við jøvnum millumbilum.

Rætti vegurin burtur úr svansinum hjá hesari samgonguni er ikki inn undir veingjabreiðið hjá galdandi fiskivinnulóggávu. Heldur ikki hana hjá undanfarnu samgongu.

1 comment:

  1. halló Harmann, eg eri ein føroyskur kommunist sum er áhugaður í Oyggjaframi(M-L), var tað tú ið var formaður av OFML? vissi so, hevði eg gjarna vilja práta um OFML við teg onkuntíð

    ReplyDelete