11.6.08

Allways look at the bright side . . .

Soleiðis sang Eric Idle í Monty Python fyri Jesuspápa, tá hann hekk á krossinum á Golgata. Ørt og herligt, og ein áminning av rang um at lívið má ikki gerast ein syrgilig fyrireiking til endaligu fráferðina.

Men sjálvandi verða misshappini í lívinum ikki færri av tí. “Spurningurin er ofta ikki hvussu tú hevur tað, men heldur hvussu tú tekur tað”, plagdi pápi at siga. Nakað soleiðis skal Monty Python sangurin nokk eisini skiljast.

Hetta skákaði meg inn á spurningin um man kann ynskja kreppur burtur. Kann man tað? Nei, valla. Tí kemur ein kreppa, ja so kemur hon, uttan mun til um tú hevur sæð hana koma ella ikki. Fer oljuprísurin upp á 300 dollarar fyri tunnuna, ja so fer hon tað, uttan mun til um tú trúði tí ella ikki.


Man kann man so ynskja sær forsagnir um kreppur burtur? Ja, tað kann man nemliga gott. Ikki við at syngja “Allways look at the bright side of life”, men við at rokna deklinasjónina.

Deklinasjónina kenna vit sum munin á rætninginum, sum kumpasnálin peikar norðureftir og so ta “sonnu” norðurkósina. Skiftandi magnetfeltið um jørðina dregur nemliga kumpasnálina burtur frá sannari norðurkós, so at hon periodiskt konsekvent peikar í aðra ætt enn beinan norðan.

Menniskju hava eisini deklinasjón – men tað vitsti tú kanska ikki? Mannadeklinasjón er bara meira konstant enn geografiska magnetdeklinasjónin. Deklinasjónin á jørðini skiftir so hvørt magnetfeltini um jørðina broytast, men mannadeklinasjónin tykist vera meira konstant.

Men tað ger so bara uppgávuna eitt sindur lættari enn hon er fyri sjófararan.

Menniskjan hevur eitt íborið varðsemi, sum hevur fylgt okkum frá upphavi. Onki ilt má henda lítlanum, sum sakleysur spælir sær í gólvinum, og onki ilt má henda makanum, sum vit hava valt at sigla lívsins hav saman við. Og tað, sum vit hava sanka saman av eyði og fæ, má goymast væl og verjast, so at tað ikki forferst av eldi ella øðrum váða.

At menniskju hava íborið forvitni og hug at søkja tað ókenda, er kortini eisini rætt. Men bara fá okkara eru so forvitin, at tey seta tað tey varða av í rættuligan vanda.

Hetta er grundarlagið undir tí deklinasjónini, eg meini við. Deklinasjón í hugburði.

Tí er tað so ógemeina lætt at forskrekkja fólk, og tí sær pressan út sum hon ger: full av ófrættatíðindum, vanlukku og ávaringum. Vit undrast ofta á hví ófrættir altíð fáa størstu yvirskriftirnar í bløðunum, og grundin er nokk hesin natúrliga íborni óttin fyri at okkurt ilt skal raka okkum.

Hevur man uppliva hesa preferansuna fyri ófrættum nóg ofta, og hevur man síðani givið sær far um í hvussu stóran mun endin var betri enn forsøgnin – ber til at rokna deklinasjónina. Ikki í gradum og minuttum, men soleiðis á leið.

Síðst í sextiárunum átti eg eina plakat frá umhvørvisfelagnum NOAH, sum vísti ein mann við útgerð, átøk henni, sum Armstrong brúkti tá hann fór á land á mánanum stutt frammanundan. Á plakatini stóð skrivað, at við sovorðnum PLISS (Portable Life Support System) fóru øll at ganga við um eini 20 ár! So illa dálkaðu vit og so skjótt gekk skeiva vegin.

Og hvussu ofta eru vit ikki ávarað um vanlukkuna?

Hvussu ofta hevur ikki ljóðað, at nú fer landið á heysin? At nú kemur kreppan? Fyri bara trimum árum síðan ljóðaðu allir kreppulúrarnir og spátt varð, at oman fyri túsund fólk fóru at rýma av landinum, tí arbeiðsloysið fór at vaxa øðiligt.

Síðani tá hevur aftur verið gitt og spátt um óydnu og misvøxtur av øllum handa slag, men gingið hevur kortini bara ein veg. Framá.

Hóast kanska flestu okkara hava óttast gongdina í føroyskum búskapi, so hava vit ikki havt haldgóðan kunnleika til at orientera okkum eftir. Tí hevur verið so nærliggjandi og so lætt at spáa tað ringasta. Um búskaparliga afturgongd, um at nú var uttanlandsskuldin vaxin aftur, um at miljardahall var á gjaldsjavnanum og so framvegis.

Informasjón er ikki so galin. Góð og væl grundað informasjón er vaxina móti øsing. Hagstovan er nú endiliga komin við hagtølum, sum vísa, at so galið var ikki. So langt burtur frá eisini. Hall var ikki á gjaldsjavnanum – hvørki í 2005 ella 2006. Føroyska samfelagið sum heild hevur ikki nettoskuld, men nettoogn í útlondum. Eitt privilegium í norðurlondum, sum annars bara oljuríka Noreg kann breggja sær av.

Hóast so væl stendur til, og hóast almenna skuldin næstan er burtur, hóast arbeiðsloysið er næstan onki – so hava ófrættalúðrarnir ljóðað fram um spekingarrøddirnar. So mikið nógv, at tað almenna, ALS og onnur við hava meira enn eina ferð búgvið seg út til “komandi kreppuna”.

Fyrr plagdu skipini at “rætta kumpas” áðrenn tey fóru avstað. Tey loystu frá landi og sigldu aftur og fram á Nólsoyarfirði ella hvar tey nú lógu við kei. Meðan tey sigldu varð kumpassin rættað til, so at nálin vísti so beint sum gjørligt, tá kósin varð sett.

Haldgóð informasjón er tað sum samfeløg hava brúk fyri – til at rætta kumpassina eftir. Betri informasjónin er, tess minni er deklinasjónin og tess minni skaða gera ósonn ófrættatíðindi manna millum.

No comments:

Post a Comment