18.6.08

Er føroyska húgvan bara til pynt?

Í gomlum døgum vóru klædnaplaggini eisini amboð. Húgvan hevur verið góð í so mongum førum, sum til dømis at taka egg upp í undir ræning og at verma illa fyrikomnar gásarungar í. Tað sigst eisini at hon var góð at oysa við og at halda temunnin heitan í.

Retoriska spurningin – um føroyska húgvan bara var pynt - setti ein av stjórunum í Føroya Tele samtakinum í teatralskum sinnismuni, og hann spurdi eisini um hetta skuldi vera framtíðin: ein føroyingur við reyðrótalittum donskum passi í reyvalummanum og íslendskum simmkorti í telefonini – sig mær, er føroyska húgvan bara pynt?

Hetta við fartelefonum er fløkt og torskilt, men sum eg havi skilt tað, so snýr málið seg um at tað ber til hjá okkum at fáa útlendsk simmkort í telefonirnar, sum knýta okkum upp í risastór avtalukervi um reiking. Hetta hevur við sær, at tú kanst fara at ferðast við telefonini og uttan hóvasták varðveita telefonsambandið. Eisini uttan fyri Danmark og norðurlond.

Sum eg havi skilt tað, so hevði hetta ikki havt nevniverda ávirkan á samrøðuprísin. Ikki nú.

Men tað kundi kanska hugsast, at vit um nøkur ár sleppa at velja eitthvørt av heimsins telefonfeløgum, uttan at tey yvirhøvur eru til staðar í landinum, og at tað tá fær ávirkan á prísin. Tí hví skuldi tøkniliga menningin og globaliseringin ikki nettupp kunna bjóða okkum tað?

Í Hoyvík ella Kina – who cares?

Tøkniliga menningin tekur risafet, men nasjonalar reglur, handilsforðingar og avlagað kapping forða fyri at tøknin í fullan mun kemur brúkarunum til góða.

Um tað á nakran hátt letur seg gera, at fáa útlendskar veitarar inn á okkara pinkumarknað, og um tað á nakran hátt letur seg gera, at knýta okkara kervi upp í útlendsk – so má ongin forðing leggjast í vegin. Um tað er telefonkervi, KT tænastur, bankamarknaður, flutningur ella gransking.

Alt tað, sum kann veita føroyska brúkaranum eina bíligari tænastu, er gott og gagnligt. Eins og alt tað er gagnligt, sum kann veita okkum møguleikan at velja millum tænastur – útlendskar sum føroyskar – so tú kanst velja tað tú vilt av prísi og góðsku.

Vanligi keyparin leggur líka petti í um veitarin situr omanfyri rossatrøðna í Hoyvík ella hann býr í Kina. Tí føroyska húgvan er bara pynt. Vit flúgva líka so fegin við Sterling sum við Atlantsflog, vit læna fegin frá Kaupthing, um prísurin er lagaligur, og vit tosa saktans í eini Vodafone við íslendskum simmkorti. Bara vit fáa somu góðsku bíligari ella størri úrval enn tað, føroyski marknaðurin kann bjóða.

Komandi árini fara vit at fáa møguleikar til nógv breiðari úrval av serstakliga tøknitænastum, sum í nógv størri mun fara at seta føroysku fyritøkurnar í altjóða kapping á heimamarknaðinum. Vit fara eisini at fáa møguleikar at knýta virksemi her heima upp í fyritøkur og fyritøkukervi, sum húsast í fleiri londum.

Tað skal meira enn ein føroysk húgva til at forða fyri tí.

Og hví skal nakar yvirhøvur hugsa um at forða fyri at brúkarin fær bíligari og betri úrval av vørum og tænastum? Ongin hevði funnið upp á at sett forðingar í vegin fyri innflutningi av vietnamesiskum skóm ella brasilskum kjøti. Úrvalið av skóm hevði verið fátæksligt, um vit bara fingu hvítbotnaðar gummiskógvar og føroyskar klossur. Ótu vit bara føroyskt kjøt hevði verið svangligt, og hartil hevði eingin okkara verið bótaførur.

Eru fyritøkurnar til pynt?

Í Evropa hevur verið handilsforðing mótvegis akkurát vietnamesiskum skóm og brasilskum kjøti, tí at har verja tey eisini sínar egnu vinnufyritøkur. Til ógagns fyri brúkaran, men undir tí trýsti, sum vinnulobbyin er før fyri at leggja á politikararnar.

Nasjonal marknaðarverja er slett ikki uppfunnin í Føroyum, men hon trívist tíverri minst líka so væl her heima, sum aðrastaðir.

Eg má kortini viðganga, at formuleringin hjá Tele stjóranum var ógemeina góð.

Spurningurin er kortini ikki um húgvan er til pynt – tí tað er hon. Spurningurin er heldur um føroyskar fyritøkur bara eru til pynt. Tað skuldu tær helst ikki verið. Tær skuldu verið til nyttu, og einki petti annað.

No comments:

Post a Comment