16.6.08

Fátækrahús norðurlanda

Hvat fáa vit at vita úr tjóðarroknskapinum og gjaldsjavnanum?

Tjóðarroknskapur (íroknað gjaldsjavnan) er hjartað í hagtalsskipanini í øllum londum, og Hagstovan brúkar meira enn tveir triðingar av hagtalsorkuni til at gera akkurát tjóðarroknskap, so helst skuldu tølini sagt okkum okkurt.

Fyrst skal eg introdusera trý hugtøk, sum hava so mikið keðilig og gamalslig heiti, at eg vænti at missa helvtina av lesarunum beinanvegin – bruttotjóðarúrtøka (BTÚ), bruttotjóðarinntøka (BTI) og tøk bruttotjóðarinntøka (tBTI).

Men halt út, tí hetta er faktiskt interessant!
Tað, sum vit í einum árið framleiða í Føroyum – bæði privata vinnan og tað almenna – eitur bruttotjóðarúrtøka, ella stuttnevnt BTÚ. Hetta er virðið á tí framleiðsluni, sum kom burtur úr arbeiðinum á virkjunum í landinum, uttan mun til um kapitalurin var útlendskur ella føroyskur og uttan mun til um hendurnar vóru føroyskar ella fremmandar.

BTÚ er tí samanfatingin í eittans tal av hvussu væl vit duga at brúka virkisorkuna í landinum.

Men føroyingar tjena aðrar pengar enn teir, sum koma burtur úr virkseminum heima í Føroyum. Leggja vit aftrat BTÚ tær inntøkurnar, sum føroyingar tjena uttanlands – antin sum løn í arbeiði uttanlands ella sum inntøka av íløgum uttanlands – so fáa vit bruttotjóðarinntøkuna ella BTI. (Legg til merkis, at nú kallast tað “inntøka”, meðan vit frammanundan tosaðu um “úrtøku”).

Hevði hetta verið alt! Men so er ikki, tí aftrat hesum renna stórar veitingar úr Danmark til Føroya. Talan er um ríkisveitingina sjálva og aðrar danskar útreiðslur í Føroyum. Leggja vit hetta aftrat BTI, so fáa vit tøku bruttotjóðarinntøkuna tBTI.

BTÚ + inntøkur frá virksemi uttanlands = BTI
BTI + beinleiðis veitingar uttaneftir = tBTI

Bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, vísir myndina av føroyskari framleiðslu.

Bruttotjóðarinntøkan, BTI, vísir inntøkuna hjá føroysku arbeiðskraftini og føroyskum kapitali.

Tøka bruttotjóðarinntøkan, tBTI, vísir alla ta tøku inntøkuna, vit hava at húsast við.

Hatta var so tann keðiligi parturin, sum eg væntaði at missa lesarar uppá. Men nú kemur tað meira áhugaverda, tí tað er í samanburðinum við onnur lond, at vit aloftast eru mest spent.
Rokna vit BTÚ upp á hvønn íbúgva, til samanburð við hini Norðurlondini, eigur myndin at vísa okkum í hvørjum landi tey duga best at fáa gagn burtur úr tilfeinginum - náttúrutilfeingi, kapitali og arbeiðsorku.

BTÚ upp á íbúgvan 2006, Danmark=100


DKK
PPP
Noreg
142
141
Ísland
106
107
Danmark
100
100
Svøríki
84
95
Føroyar
82

Finnland
79
93
Grønland
62



Í fysta teigi, nevndur DKK, sæst BTÚ umroknað til dankar krónur fyri hvørt landið. Men av tí at tað er ymiskt hvat tú kanst keypa fyri 100 krónur í hvørjum landinum, so er eisini umroknað til PPP – Purchasing Power Parity – sum er keypiorkan í BTÚ. Umrokningin ger ikki stóran mun, annað enn tað, at Svøríki og Finland tá hava næstan sama BTÚ upp á fólkið sum Danmark, tí at tú fært meira fyri hvønn hundraðkrónuseðil í Svøríki og Finnlandi enn í Danmark.
Í Føroyum er framleiðslumagnið sambært hesum hagtølunum næstan 20 prosent minni enn í Danmark og 25 prosent minni enn í Íslandi. Hvørja ferð danir framleiðs fyri 100 krónur, framleiða íslendingar fyri 106 krónur, meðan føroyingar framleiða fyri 82 krónur!

At norðmenn samstundis framleiða fyri 142 krónur – 75 prosent meira – er sjokkerandi, tí hóast teir hava inntøku úr oljuvirksemi, so er famvegis talan um arbeiðsúrtøkuna fyri hvønn norðmannin.

Tann dapra myndin er sjálvandi hendan, at hóast væl lært arbeiðsfólk, hóast alt fiskiríkidømi, hóast tøkniliga framkomin, so fáa vit munandi minni burtur úr enn danir og íslendingar.

Tann bjartara síðan av myndini sigur hin vegin, at vit fáa líka nógv burtur úr sum finnar og sviar. Tað er nú ikki so galið kortini, ha? Bjartara niðurstøðan er eisini, at duga danir og íslendingar, so mugu vit eisini duga, um vit spenna okkum út.

Øll handan matematikkin omanfyri, hon skal brúkast nú. Tí tá vit leggja aftrat føroyskar inntøkur uttanlands og beinleiðis veitingarnar úr Danmark, tá er tøka bruttotjóðarinntøkan 90 prosent av tí donsku. Vit framleiðs sjálvi bara 82 prosent av tí danir framleiðs, men teir senda okkum so mikið av inntøku, at inntøkan til hvønn føroyingin tá er bara 10 prosent minni enn inntøkan hjá hvørjum dana.

Men tað vikar kortini ikki við ta sannroynd at vit fáa nógv minni burtur úr okkara tilfeingi, enn danir fáa.

No comments:

Post a Comment