Ólavur Ellefsen og fyritøka hansara
Simprentis hava uppiborið eitt dygt herðaklapp afturat teimum
fimmtan miljónunum, ið tey fingu fyri fyritøkuna, sum nýliga varð
seld amerikanska risanum Schlumberger.
Áhaldandi og miðvíst arbeiði
við góðum hugskotum, hóskandi fyritøkudygdum og tøkniligum
kunnleika hevur borið fyritøkuna so langt fram á marknaðinum, at
hon er amerikanska risanum verd 15 miljónir.
Ongin annar kann gera krav upp á
part í virðinum.
Soleiðis er støðan ikki við
Bakkafrosti, sum um somu tíð kunngjørdi at alvopið í 2013 var
heilar 727 miljónir krónur. Og varð fyritøkan seld, eins og
Simprentis, var helst talan um fleiri miljardir í keypsvirði, tí
hvussu stórari undirliggjandi ogn heldur tú at 727 miljónir eru renting av?
Tey fáu, sum eiga partapeningin í
fyritøkuni Bakkafrosti munnu vera av fittastu fólkum – bæði
føroyingarnir og útlendingarnir, sum eiga fyritøkuna - men hetta
málið snýr seg slett ikki um tey. Málið snýr seg um tey púra
avskeplaðu rættindini til náttúrutilfeingið í landinum.
Eftir at allar útreiðslur vóru
goldnar, eftir at lønirnar vóru goldnar fyri arbeiðið og eftir at
fremmandur kapitalur hevði fingið sítt avkast, vóru 747 miljónir
eftir í avlopi.
Hvussu ber hetta til? Er tað gandur?
Nei, hesar 727 miljónirnar er í
veruleikanum leiguvirðið í 2013 á tí frálíka, men avmarkaða,
uppvaxtrarøki sum Bakkafrost
hevði fingið ókeypis tillutað. Uppvaxtrarumhvørvið er avgerandi
fortreytin fyri øllum alivirksemi, og uttan framíhjárætt til
hesar firðirnar, var virksemið hjá Bakkafrost nyttuleyst.
Ringarnir høvdu ligið uppi á turrum, fólkið gekk fyri einki,
gólvini á sláturvirkjunum vóru turr, og partaeigararnir tjentu
ikki eina krónu.
Tað er eingin sum helst rímiligheit
í, at útlendingar og nakrir fáir úrvaldir føroyingar skulu fáa
árliga avkastið av tí tilfeingi, sum Føroya fólk eigur. Føroysku
firðunum.
Tað er skaðiligt fyri vinnuliga
umhvørvið í landinum, tað er skaðiligt fyri sosiala samanhangin
í landinum, og tað kann saktans gerast skaðiligt fyri politisku
heilsuna í landinum.
Meðan Simprentis er lýsandi dømi
um hvat ið kann koma burtur úr góðum hugskotum, væl lærdum og
dugnligum fólki, ídnum og framskygdum leiðarum, so er læran av
søguni um Bakkafrost at standa fremstur í vinaskaranum hjá
Landsstýrismonnunum, sum býta út aliøkini.
Vinnuligi hugburðurin og vinnuliga
umhvørvið fær onki gott burtur úr at ein fyritøka kraddar slík
virði inn undir seg av órøttum. Og sannleikin er, at Bakkafrost
hevði kunnað gjørt akkurát líka so góða nyttu og líka so dygt
arbeiði, uttan at kradda avkastið av ogn Føroya fólks inn undir
seg.
Sama søgan er galdandi øll
alifeløgini.
Tey høvdu heldur ikki staðið verri
í altjóða kappingini um fiskamarknaðirnar um tey lótu Føroya
fólki rætta gjaldið fyri tilfeingið. Tey høvdu framvegis havt
kostnaðarlága framleiðslu og føroyskur laxur hevði havt sama
orðið á sær.
Í so máta hevði eitt rætt gjald
fyri tilfeingið verið púrasta óskaðiligt fyri kappingarførið hjá fyritøkuni. Føroya fólk hevði
fingið sína árligu miljard í tilfeingisinntøkum, framleiðslan
hevði verið púrasta óskalað og tær 747 miljónirnar høvdu
komið nýtsluni hjá øllum borgarum til góða, heldur enn nøkrum
fáum úrvaldum ríkiskroppum.
At vit komandi tíggju ár framvegis
fara at lata einum lítlum úrvaldum skara av føroyskum familjum og
útlendskum ríkiskroppum eina miljard um árið í
tilfeingisinntøkum av órøttum, er ikki sosialt haldbært. Tað er
eitt so skeivt inntøkubýtið, sum eitt opið demokrati illa tolir.
Og tí eiga politisku flokkarnir (uttan Fólkaflokkurin, sjálvandi)
at hálsa um beinanvegin, áðrenn ov seint er.
Tað er einki minni enn ein politisk
hóttan at nakrir fáir einstaklingar í landinum fara at sita á so
stórum virðum. Tann makt, sum liggur í so lutfallsliga stórum ognum er so avgerandi,
at hon rætt og slætt ikki hóskar til eina demokratiska menning í
pinkulandinum Føroyum.
Men i sama tóna sum eg byrjaði
greinina, soleiðis skal hon eisini enda: tillukku Ólavur Effelfsen
og øll tit onnur, sum hava skapt Simprentis. Tann søgan er eggjandi
fyri ungar føroyskar entreprenørar, tí hon er ein áminning um at
tað saktans ber til at kappast á jøvnum føti á altjóða
vinnuligum marknaðum.
Bara syrgiligt at hesin bragdarhugur
skal køvast av kraddaralyndinum, sum er læran av søgunum um
alifyritøkurnar og reiðaríini.
Onkuntíd klikkar man seg inn á okkurt áhugavert og relevant á facebook og takk fyri tad. Og eg skilji sjálvandi poengid vid hesum innlegginum. Men also…! Hví stedgar öll indignatión um manglandi demokrati, kraddaralyndi, eydräning av náttúrutilfeingi osf vid föroysku landoddarnar? Tad skilji eg ikki. Um ein nú hugsar seg um eina lítla lötu afturat - er munurin á hesum bádum fyritökunum ikki bara tann at Bakkafrost fär nakad ókeypis úr föroysku náttúruni, medan tad sum Simprentis fäst vid er (útbúgving í) eydräning av náttúru og menniskjum adrastadni í heiminum? (Fyri nú ikki at tosa um klimabroytingar, tí tad er longu blivid ómodernad her heima aftur). Alt gott um Simprentis, men er tad nú veruliga nakad at soleidis rópa halleluja um. Tú spyrt um vinningurin hjá Bakkafrosti man verda gandadur fram. Nei, neyvan. Men hví skulu vit so trúgva uppá gand tá umrädur hasar 15 miljónirnar hjá Simprentis? Munnu tär ikki eisini koma onkustadni frá? Er hasin munurin í veruleikanum ikki bert til stadar um allar moralskar og etiskar skyldur vidvíkjandi sosialum og umhvörvisligum avleidingum av vinnuvirksemi ikki fylgja pengunum út og inn um föroyskt landamark?
ReplyDeleteSjálvandi er indignasjón uppií, men tað er ikki fyrst og fremst av indignasjón, at eg umaftur og umaftur geri vart við hesi viðurskiftini um ókeypis privata nýtslu av tilfeingisogn tjóðarinnar.
DeleteFyrst og fremst er hetta ein spurningur um konstruktiva broyting av vinnupolitikki til frama fyri búskaparvøxtur og modernisering. Mítt sosiala og humana meðvit røkkur eitt sindur út um landoddarnar - ella so langt, sum eg dugi at orientera meg - men hetta snýr seg ikki so nógv um mína samanseting av indignasjón.
Og Simprentis haldi eg ikki hava kradda nakra sum helst tilfeingisogn undir seg. Teir hava gjørt íløgur, hava keypt og selt við skili, og ikki sogið merg úr øðrum enn egnum mátti.
Eg skilji væl at oljuvinnan blakar pengar eftir Simprentis, einki hokus pokus har. Men at halda at ovurstóri kapitalurin í oljuvinnuni ikki í síðsta enda kemur av ”ókeypis privatari nýtslu av tjóðarogn” - akkurát tað sama sum í førinum við Bakkafrosti - men bara av nøkrum flytingum og væleydnaðum investeringum, tað ER at trúgva uppá gand. Eg spyrji so bara hví vit í summum førum skulu trúgva uppá gand og í summum førum ikki. Tá gykli er burtur er einasti munurin at ókeypis privata nýtslan av tjóðarogn er ogn onkra aðra tjóða enn okkara. Nei, har er tíverri minni munurin á Bakkafrosti og Simprentis.
ReplyDeleteUm keypararnir hjá Simprentis hava tjent sínar krónur í kokain smugling ella bungie-jump forrætning, er sakini púrasta óviðkomandi. Simprentis hevur, mær vitandi, ikki gjørt annað enn at brúkt lønt fólk og keypta útgerð til sítt virksemi. Hevur tú aðra informasjón, má hon á borðið . . .
DeleteJúmen, eg leiti framvegis eftir hasum stóra muninum. Hevur Bakkafrost meðni gjørt annað enn at brúka lønt fólk og keypta útgerð og annars fylgt lógum landsins? Ikki mær vitandi. Tað hevur Simprentis heldur ikki. Ikki mær vitandi. Bæði feløg liva, meir og minni beinleiðis, av ”ókeypis privatari nýtslu av ogn tjóðanna”. Men ja, tað er búskaparfrøðini totalt og aldeilis óviðkomandi, tíverri.
DeleteØgiliga kraftigt myndamál um Symprentis. Vísir seg kortini ikki hava nakað við veruleikan at gera. Fyritøkan er stuðlað í høvd og reyv av tí almenna. Tað skal ikki merkja, at teir ikki hava heiður uppiborið, men altso "ikki sogið merg úr øðrum enn egnum mátti":-(:-(:-(
DeleteEg helt hetta vera so sára einfalt. Tvær fyritøkur: onnur betalir fyri brúk av arbeiðskraft, kapitali og rávøru, meðan hin betalir fyri arbeiðskraft og kapital - men fær rávøruna ókeypis. Hvønn part av hesum skilir tú ikki? Trupulleikin er marknaðarliga avskeplingin av at onnur fyritøkan fær eitt avmarkað tilfeingi - sum tí hevur øgiliga høgan marknaðarprís - ókeypis. Hin fyritøkan má gjalda øllum sín prís. Capice?
DeleteHaldi ikki, at vit hava at gera við sama Anonymous her. Tann seinni kann gott síggja poengið hjá tær, men hann heldur samstundis, at tað er ópassandi av tær at brúka svulstigar metaforar sum "ikki sogið merg úr øðrum enn egnum mátti", tá tú ikki hevur peiling av, hvat veruleikin er í málinum. Simprentis hevur dúgað uppá almennan stuðul í ovurmát. Kanska tú LÍKA kannaði tað fyrst, áðrenn henda fyritøkan varð nýtt sum idealmynd at illustrera, hvussu ússaligir mótsetningarnir á Bakkafrosti eru. Capice?
DeleteNå, eitt síðsta innspark frá Anonymous nummar 1. Jú sjálvandi capice’i eg – hatta er jú logikkur fyri búrhøsn, heilt bókstavliga. Men nýtist okkum at uppføra okkum sum búrhøsn fyri tað og meta um góðsku og virði (meint í breiðum týdningi) á ymsum fyritøkum (les Simprentis) á einum so einkisigandi grundarlag? Ja, opinbart, gogg... Men lat meg enda sum eg byrjaði; gott at onkur tímir og orkar at viðgera hesi viðurskiftini eitt pinkalítið sindur kritiskt, takk fyri tað.
DeleteThis comment has been removed by the author.
ReplyDeleteBakkafrost hevur bert fingið tilluta 3 av teirra aliloyvum: Lambavík, Skálafjørðurin (ikki virkið meira), Toftir - møguliga 1 afturat... Restin eru handlað fyri marknaðarprís (ja selt til hægstbjóðandi í fríum marknaði uttan politiska íblanding). Vinningurin fyri hesi endaði fyri stóran part í BankNordik, og soleiðis óbeinleiðis er eisini ein partur endaður í landskassanum. So flestu aliloyvini hjá bakkafrost eru endaði í bakkafrost, uttanum politisku skipanina - tað kanst tú rættuliga lættliga sláa upp - um tú hevur áhuga í tí.
ReplyDeleteHetta minnir meg um søgurnar um teir menn sum seldu Eiffel tornið - ikki bara einaferð, men fleiri ferðir. Um Bakkafrost hevur keypt aliloyvi (hvat tað so er, forrestin) frá onkrum privatum eigara, so hava teir so at siga keypt Eiffel tornið. Ongin kann keypa og eiga loyvi at ala á føroyskum firðum. Tað er eitt loyvið, sum bara Føroya fólk, umvegis Løgtingið, kann leiga privatum fyritøkum at brúka í avmarkaða tíð. Tað er hendan leiga, sum er framleiðslukostnaðurin av náttúrutilfeinginum, sum er einasti vegur fram fyri skilagóðan vinnupolitikk.
DeleteOg tað er skilagóðan vinnupolitikk, til frama fyri føroyskt vinnulív, vit fremst av øllum vilja hava.
bakkafrost dalkar raduliga illa toma airnar fyri vatni bruka naturruna sum privat skrelliplass tad likist svartasta ongum teir skuldu fingi fleiri hundrad millionir i bot og strangan ordra um at taka sitt egnalort upp eftir sar men foroyar hava ongan umhvorvispolitik tiverri
ReplyDelete