2.10.07

Way to go! Tórshavn

Í somu viku sum Kallsberg, Hoydal og Laksáfoss munnhøgdust um útreiðsluvøxturin á feska fíggjarlógaruppskotinum var 5 ella 10 prosent, hamraði býráðið í Havn trumfin í borðið – 25 prosent! Nakar hægri?!

Nú 2007 fer at halla, standa seglini full og skútan strýkur avstað eftir aldukambunum. Alivinnan reisist sum ein risi, fjálgt fíggjað av útlendskum íløgum og væl forankrað í tøkniligan framburð. Hóast teir fáu toskarnir, sum eftir eru, smoyggja sær inn undir land, eru fiskaprísirnir í toppi og fiskivinnan væl fyri. Uppisjóvarflotin hevur tjent pengar, sum ongantíð fyrr. Ordrabøkurnar hjá privatu fyritøkunum eru so tættskrivaðar, at bíleggjast skal eitt ár frammanundan. Øll hava úr at gera, og arbeiðsloysið skal nú teljast í desimalinum.

7.8.06

Kunnleiki og tálgapannukaka

Hetta er fyrstu ferð at eg eri í Føgrulíð. Og eg havi ongantíð verið á Skarði, haðani háskúlaættin mestan er ættað. Nú nevndi eg okkum háskúlaættina, uttan at ætla tað frammanundan, so lat meg bara brúka høvið her fremst í textinum at sláa fast, at talan er so sanniliga um eina háskúlaætt, hóast vit ikki hava fleiri felags forfedrar enn hjúnini á Skarði Jóhannes og Elsu. Sjálvt um vit so haraftrat hava ættfedrar øg ættmøður úr Havn og Miðvági, frá Gjógv, úr Vestmanna, Fugli og Skálavík – so eru vit í ond kanska fyrst og fremst háskúlaættin.

1.1.06

Hvat er ein miljard millum vinir?

Munnu ikki tey flestu, sum ganga í biograf, kenna hesa kensluna av fyrigevandi meinaloysi, aftan á at hava sæð ein film um ræðuleikar, lagnutung lív ella katastrofur av onkrum slag? Hesa friðsælu løtuna tá man stígur út aftur úr biografmyrkrinum, út í ljósa túnið og lítandi yvir Vaglið, rennur ein ilur av hugna og samljóði gjøgnum teg og man hugsar sum so: “Her er so smátt, trygt og deiligt í Føroyum”.

Soleiðis kenni eg tað, eftir at hava lisið og fingið greitt frá um bankaeinskiljingarnar í Íslandi seinastu 10 árini. So heilt forbannað galið er tað altso ikki í Føroyum! Her er alt eitt sindur minni, meinaleysari og hugnaligari.

1.8.04

Peturi André Norðgerð til minnis

Vit á Hagstovuni hava mist ein góðan vin og arbeiðsfelaga. 26.juli bórust boðini um, at Petur, sum vit nevndu hann, var farin. Bara 41 ára gamal.

Petur var eitt í allar mátar gott fólk. Eitt av teimum allarbestu. Og saknurin verður sárur hjá mammu, pápa, systkynnum og øllum tykkum sum stóðu honum nærmast. Uggin er tann bústaður Petur hevur í tykkum. Lat okkum halda minni um Petur tætt at okkum.

Hann arbeiddi á Hagstovuni hesi seinastu góð fýra árini; og hóast tað bara er eitt arbeiðspláss, so hava vit kortini so nógv saman, at vit kenna hann sum ein góðan vin. Ein, sum kom okkum nærri enn tey flestu.

Altíð fyrstur til arbeiðis, sat hesin lærdi geofysikarin við einum fittum smædnum smíli og eini heilsan til tey, sum síðani komu.

At hann var óvanliga arbeiðssamur, íðin, lærdur og dugnaligur kennist so fátæksligt at siga um Petur, nú hann er farin. At hann samstundis var lítillátin, men kortini ósvitaliga beinrakin í øllum sínum verki, er heldur ikki tað fremsta, sum stendur eftir mannin. At hann var meira enn vanliga vitandi og áhugaður í øllum viðurskiftum, er heldur ikki tað besta ið kann sigast um Petur.

Hann var alt hetta, men tað eru heldur hansara menniskjaligu eginleikar, sum sveima eftir hann, har hann sat millum okkum.

Tí hann kom okkum tættari, enn menniskju vanliga koma. Har var einki uppgjørt ella logið um Petur. Vit vitstu hvør hann var og hvussu hann var. Teir krossar hann hevði at bera, bar hann uttan at káva útyvir. Og hann bar sín tunga lut eins eyðmjúkur og hann bar sínar framúr dygdir.

Samstundis var hann ein avgjørdur maður á sín egna hátt. Ein av teimum, sum ikki fylgja teimum óskrivaðu reglunum. Reglum um atburð, klædnamóta, trend í tónleiki ella ”dagsins meining” um hetta og hatta. Hann hevði egnar reglur og tí ein integritet, sum tú ongantíð fórt skeivur av.

Vit vóru nær í ætt báðir. Um ikki av blóði, so í anda. Tað var tann lyriski tungi rokkurin, teir djúphugaðu radikalu heimsspekingarnir, frambrotini í náttúruvísindum, frælsisrørslurnar kring heimin, tann viðborna andstøðan móti stórkapitali og totaliterari politiskari makt, sum bant saman.

At sita so nær og hava so nógv saman, sum vit á Hagstovuni høvdu við Peturi, gevur eitt samanhald og ein vinskap, sum liggur nærri hjartanum, enn man grunar. Men tað merkir man, tá slík vanlagna rakar, at ein tílík hjartalig ond verður rykt burtur og sessurin stendur tómur eftir.

Vit fara at sakna Petur í allar mátar. Hansara fakligi sessur fer at tykjast torførur at manna aftur. Andliga verður sessurin ongantíð mannaður aftur, tí har var bara ein Petur og tað koma ikki fleiri. Okkum tykist tað sárt, men eg kann illa ímynda mær hvussu sárt tað kennist hjá tykkum, sum stóðu honum nærmast og sum honum vóru kær.

Vit skulu saman við tykkum bera minnið um Petur tætt at hjarta okkara.


Hermann Oskarsson