20.10.11

Búskapur og fullveldi


Eg havi ongantíð verið loysingarmaður av búskaparligum ávum. Ynskið um einar frælsar føroyar er eitt hjartamál, og telist ikki fyri mær í pengum. Men skal eg greiða frá um míni hjartamál, noyðist eg eisini telja loysing og samband í pengum.


Ríki eru ikki optimal

Tað munnu vera fá ríki í heiminum, sum eru vorðin til tí at onkur hugsaði sum so “ forrestin tú, hetta man vera tann mest optimala búskaparliga eindin at gera eitt ríki burturúr”.
Heimsins ríki eru vorðin til av meira hjartablóði enn sum so. Tað hava verið søga og málfelagsskapur aftanfyri fleiri av tjóðareindunum, sum eru endað sum ríki í heimsins ófriðarliga meldri. Onnur ríki eru vorðin til at imperialistiskum ráðagerðum. Uppaftur onnur mest av sjálvsøgdum landafrøðiligum orsøkum.
Men valla nakað ríki skapt av rasjonellari økonomiskari orsøk. Eitt sovorðið stig krevur mannshjarta, dirvi og hjartablóð.

Tað er altso ikki so guðdómligt vorðið, at heimsins ríki eru búskaparliga optimal. Heldur tvørturímóti. Ráddu ber búskaparlig motiv, so hevði Danmark helst verið ríkari sum týskur landspartur.
Og búskaparligur rasjonalitetur skiftur í heilum. Snart er ein konstellasjón betur enn ein onnur, og seinni er vent í holuni. Ríkiseindirnar kunnu ikki fylgja við – nettupp tí at ríkiseindirnar eru av kjøti og blóði, og ikki búskaparliga rasjonellar eindir.

Tjóðskapur og ríkiseind fylgjast kortini ikki sum brøður. Flestu ríki munnu vera fleirtjóða ríki. Men so greitt avmarkað oyggjasamfelag, sum Føroyar eru, við so framkomnari samfelagsskipan, er ein tjóðskaparlig ríkiseind um nøkur er.
Føroyskur búskapur og føroyskt samfelagslív er ein heilrunnin eind, við opnum samskifti við grannalond og meira fjarskotnar vinir.
Tí er spurningurin um búskaparliga rasjonalið í loysingini ein tvørsøgn. Ríki eru ikki búskaparliga rasjonell, og um tey einaferð vóru tað, so eru tey tað ikki í morgin, tí rasjonaliteturin broytist.

Viljin og óttin

Vit hava nú í hundrað ár verið klovin í tveir javnt stórar partar – tey ið vilja sjálvstýri og tey ið vilja samband.
Vit, ið vilja sjálvstýri, eru ikki tann áhugaverdi parturin. Tað eru harafturímóti tey, ið vilja samband. Í teimum býr ivin – ikki mótstøðan, men fyrst og fremst ivin um hetta letur seg gera, hetta føroyska ríkið.

Er motivið hjá teimum búskaparliga grundaður at vilja samband? Nei, tað haldi eg ikki, men óttin hevur okkurt við búskap og tryggleika at gera. Grevur tú nóg djúpt, eru vit flest øll samd um at vit áttu at staðið á egnum beinum, men óttin hjá helminginum er sterkari enn viljin.
Flestu sambandsfólk hava einki sjálvstøðugt motiv til at Føroyar skulu vera atland hjá Danmark. Tey flestu eru tjóðskaparsinnað, men tað er óttin, sum ræður. Óttin um at ringar tíðir skulu taka okkum av fótum, sum eyðvitað er ein rímiligur og trúverdugur ótti.

Flutu Føroyar á einum risastórum hyli av olju, sum um tíggju ár gjørdu landið til norðuratlantiska Kuweit, gingu valla nógv ár til stórur meiriluti var fyri sjálvstøðugum føroyskum ríki.
Tí viljan hava vit øll – næstan øll – men óttin situr fast í nógvum okkara. Men loysnaði fyrst frá botni – broyttust útlitini – so vendi hugburðurin skjótt.
Óttin kann saktans vera væl grundaður, hóast hann er skeivt grundaður. Eg óttist at flúgva, og tað er vælgrundaður ótti. Men hann kann saktans vera skeivt grundaður, tí hagtøl og aerodynamikkur siga so og so um flúgving. Tað hjálpir bara slett onki upp á mín væl grundaða ótta. Væl grundaður í míni innstu sál, væl at merkja.

Móðurmerkið

Eg veit væl, at tað er ikki bara ríkisveitingini at tryggleikin hvílur á, men í stóran mun ímyndar hon tryggleikan og samstundis hetta máttloysið, sum skilur okkum.

Hvussu nógv telur so ríkisveitingin í føroyska búskapinum?
Ríkisveitingin sjálv telur stívliga 5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, sum er føroyska virðisøkingin í einum ári. Tað er tað sama sum ein tjúgundapartur av virðinum av hvørjum arbeiðsdegi.

Pengarnir fara kortini beint í landskassan, og tí eiga vit nokk eisini at rokna ríkisveitingina í mun til inntøkurnar hjá tí almenna. Skulu vit krevja skatt í staðin fyri allar tær donsku veitingarnar– ríkisveiting og aðrar danskar útreiðslur í Føroyum – mugu skattainntøkurnar verða tær 800 miljónirnar fleiri.
Tað merkir, at er samanlagdi skatturin av hvørjari krónu tú í dag tjenar 45 prosent (við MVG, kommunuskatti og tí heila), so skal hann upp á 51 prosent, fyri at fylla holið eftir ríkisveitingina.
Ikki tí eg við hesum sigi, at vit skulu skattað upp í alt holið aftur, men bara fyri at vísa lutfallsligu støddina á ríkisveitingini.

At eg frammanundan setti ríkisveitingina upp ímóti BTÚ, var ikki av tilvild, men tí at tað er helst rættasta samanberingin. Tí tað, sum skal koma í staðin fyri ríkisveitingina er arbeiði og øktur búskapur – og arbeiði, tað er bruttotjóðarúrtøka, BTÚ. Ríkisveitingin er kortini ikki hvør sum helst partur av búskapinum – hon er av tí partinum, sum gevur inntøkur úr útlondum.
Skulu vit fáa til høldar eins stórt tal av krónum úr útlondum, sum ríkisveitingin í dag er, skulu inntøkurnar úr útlondum netto vaxa um leið 12 prosent. Við tí ússaliga skili, sum í dag er í fiskaútflutninginum, er lítið at ivast í, at vit saktans kunnu útflyta 12 prosent meira, enn vit í dag gera.
Og tá er ríkisveitingin óneyðug.
So lítið hevur ríkisveitingin at týða í dag. Og týdningurin minkar fyri hvørt ár sum fer aftur um bak.

Onkuntíð havi eg í ovfarakæti kallað ríkisveitingina eina pirru. Men móðurmerki er kanska meira beinrakið heiti.

Vøxturin er okkara – bara okkara

Seinastu stórthundrað árini hevur búskaparvøxturin í vesturheiminum verið onkustaðni millum tvey og trý prosent um árið í miðal. Um hetta fer at halda fram, eru ymsar meiningar um, men verður vøxtur í vælstandi og lívskorum annars, so ræður um at fylgja við.
Og ongin – absolutt eingin – vøxtur er at finna í ríkisveitingini. Og tað hevur tað ongantíð verið heldur. Hon bara minkar.

Framburður og øktur vælstandur kemur bara úr okkara egna arbeiði og úr okkara egna snildi at reka vinnu og samfelag. Hesin eginleiki hevur higartil ført til ein árligan vøxtur í vælferð javnbjóðis onnur lond í mong ár, og fer helst at gera tað í mong ár aftrat.
Soleiðis er tað í øllum londum - frælsum ríkjum sum hjálondum.
Og eg eri sannførdur um at allir føroyingar stremba eftir akkurát tí: at okkara búskapur, okkara vinna, skal megna sama vøxtur sum aðrir búskapir.
Við innovasjón, skila búskaparpolitikki, útbúgving, handli, vinnumenning, integrasjón í heimsbúskapin og modernisering ynskja vit so inniliga at kunna vera stolt av okkara egna samfelag. Stolt av at vit fingu tað at bera til.

Ynskið hava vit øll somul - men ikki øll hava álitið um at tað fer at bera til.

1 comment:

  1. Sera góð grein. Løgið annars at sambandið hevur vunnið kampin um grundgevingina fyri fullveldinum so nógv, at tað eftirhondini ikki er legitimt at tosa um annað enn pengar.

    Og skulu vit tosa um økonomi, so mugu vit eisini kunna seta tann spurningin, hvat ið fær eitt fólk at trúgva uppá, at hetta fólkið - burtur úr øðrum fólkum - ikki hevur evni til framleiða til egna lívsførðslu. Ikki minst má man kunna spyrja, hvat ein slíkur mentalitetur ger við eitt fólk.

    ReplyDelete