20.10.11

Fróðskaparsetur og vaxnaskúling


Í løtuni óttast nógv um sítt arbeiði og um sítt arbeiðspláss.
Men framtíðin er ein heilt onnur. Tá verður ikki nóg mikið av kvalifiseraðum fólki til øll arbeiðsplássini.
Og tann framtíðin er longu her. Tað er í framtíðina at vit gera skúlaíløgur.

Tær vinnuligu tillagingar, sum longu nú standa fyri framman - og so aðar komandi - fara at krevja stóra uppskúling og umskúling av arbeiðsfjøldini.
Tann vaxnaskúlingin má setast á skrá sum ein av mest avgerandi íløgunum, skulu vit halda tørn sum samfelag.
Eitt heilt ættarlið er burturstatt úr føroyska samfelagnum.
Tey kreativu ungu, tey kritisku ungu, tey klóku ungu – tey áttu at verið nervin í samfelagnum. Men tey eru ikki heima. Tey eru ov stutt heima, og tey missa í alt ov stóran mun tilknýtið til heimið.
Tað tilfeingið, vit í vaxandi mun liva av – tað er kreativitetur, kritiskt tilvit og klókar loysnir.
Tað tilfeingið má vera í sambandi við samfelagið sjálvt, við vinnulívið og við framhaldið av samfelagnum sjálvum.
Ella býður okkum ikki bøtur.

Hetta eru orsøkirnar til, at av øllum hugsandi íløgum vit skulu gera komandi árini, má skúlaskapur setast allarfremst.
Eitt stórfingið universitet byggist ikki eftir einum degi – heldur en Romm.
Eitt vælskúlað fólk elist heldur ikki eftir einum degi.
Hetta er ein áhaldandi íløga, sum bara gerst við treiskari trúgv á framtíðina.
Vit skulu tí nú beinanvegin leggja lunnarnar undir fyrstu tíggju ára ætlanina um eitt munandi størri føroyskt universitet – ein lærdan háskúla.
Vit skulu seta í verk eina endurskúling og uppskúling av vaxnu ættarliðunum, so tey lættari fóta sær í broytingunum, sum nú fara at koma.

Tað er heldur spakliga orðað, at vit skulu áhaldandi útbyggja Fróðskaparsetur Føroya.
Tað rætta at siga er, at fremst av øllum íløgum komandi tíggju ára skeiðið er eitt Fróðskaparsetur, sum skal vera sjálvt stevnið í skútuni, sum vit sigla inn í framtíðina.
At gera slíkar íløgur krevur munandi meira enn ein íløgur í undirsjóvartunnlar krevja. Tað krevur at tú orkar at hugsa longur enn í lummafæ.
Avkastið av einari ambisjøsari íløgu í lærdómssetur, granskingardeplar og lestraríbúðir kemur ikki tey fyrstu tíggju árini, eins og íløgurnar í undirsjóvartunnlar ger.
Men við berum undirsjóvartunnlum og bergholum standa vit um tíggju ár við sama trupulleika sum vit hava í dag.
Kreativa og kritiska ættarliðið í tjúguárunum er uttanlands, og bara ein minni partur kemur heimaftur.
Menningin av vinnu og framleiðslu inn á nýggjar leiðir, hevur lítlan og ongan botn at standa á.
Fólk sum glíða úr gomlu vinnunum, hava ikki førleikan at lyfta nýggjar avbjóðingar í einum broyttum heimi.
Men tey kunnu koyra millum Havnina og Strendur upp á 15 minuttir, og brúka kanska bara ein tíma at koma suður á Tvøroyri.

Tað krevur meira enn vanligt pluss og minus at taka hesa avgerðina. Tað krevur eina visjón og eina trúgv á eina bjartari framtíð.

3 comments:

  1. Heldur tú, at x skal verða í føroyska stavraðinum?

    ReplyDelete
  2. Bókstavir eru fríir at brúka og koma í mínum hugaheimi ikki undir lóg

    ReplyDelete
  3. hehe hatta er eitt eyðkent politikara svar, spyrjarin spyr í eyst og politikarin svarar í vest. Hví er tað altíð so ring at fáa eitt greitt svar frá einum politikara? Spurningurin kann svarast við einum ja, ella nei.

    Men annars eri eg samdur við tær, at vit kunnu skriva tað vit hava hug til, men tað var nú ikki tað eg, ið eg spurdi um. :O))

    ReplyDelete