30.10.11

Veljarin: ongar reformar nú !


Tann boðskapurin, sum fyri mær stendur mest greiður eftir hetta løgtingsvalið, er hann at meirilutin vil ikki hava flokkar at stýra landinum, sum ætla broytingar. Hann hevur vrakað teir báðar flokkarnar – Javnaðarflokkin og Tjóðveldið – sum hava prædika mestu broytingarnar.
Meirilutin av føroyingum vil ikki hava stórar broytingar í viðurskiftunum í løtuni. Ikki í fiskivinnuni, ikki í eftirlønunum, ikki í kommunubygnað, bygnaðinum í heilsuverkinum, skúlaviðurskiftunum, skattamálum ella øðrum viðurskiftum.
Og hetta er samstundis tað avgerandi brekið við tilgongdini til broytingar.

Sært tú at ein ávís broyting er neyðug fyri samanlagda samfelagsúrslitið, so verða tað altíð nøkur heilt ávís fólk, sum broytingin kortini fer at raka á onkran, fyri tey ógagnligan, hátt í fyrsta umfari. Hóast samanlagda úrslitið fyri samfelagið og fyri framtíðina er gagnligt og neyðugt, so verða tað altíð nøkur, sum koma verri fyri í fyrsta umfari.
Tey, sum hetta í fyrsta umfari rakar, síggja avleiðingarnar og seta seg harðmælt ímóti broytingunum.
Restin av samfelagnum sær ikki eins greitt gagnið einaferð í framtíðini, og letur harðmælta bólkin fáa sín vilja – sín vilja til at forða fyri broytingini.
Tí verður tað ofta tann harðmælti bólkurin, ið heilt greitt sær hvussu broytingin rakar seg og síni, sum leingi forðar fyri at broytingar verða framdar í viðurskiftunum.

Reiðarar og fiskimenn vænta ringar avleiðingar fyri seg sjálvar burtur úr broytingunum í fiskiveiðimálum, og tora tí ikki inn í eina broytta framtíð. Teir vilja hava viðurskiftini at vera sum tey eru.
Meirilutin av hinum veljarunum sær ikki eins væl samfelagsliga gagnið í einari stórari broyting í fiskiveiðimálum, og letur tí harðmælta bólkin ráða í hesum málinum.
Tað sama er galdandi øll hini málini. Ikki minst sóðu vit tað í lítla og óbetýðiliga málinum um eina miðsavnaða leiðslu í sjúkrahúsverkinum.

Og tí er tað so beista trekligt at fáa broytingar framdar.
Løgtingsvalið í ár er eitt heilt klárt tekin frá veljarunum samanlagt um at lata alt fáa frið. Onga órógv. Bara frið.
Og partapolitikkur er íborið opportunistiskur. Tað ger sjálvandi støðuna uppaftur verri.
Í trongdu støðuni undir løgtingsvalinum brúka politisku flokkarnir allar opportunistiskar snildir til at avnokta broytingar, so teir fáa atkvøðurnar hjá harðmæltu minnilutunum. Restin – hinir veljararnir – rýma ikki frá flokkinum kortini, tí málini hava lítið at siga fyri teir.
So hendan paringin millum harðmæltar minnilutar og opportunistiskar flokkar er ein ávís borgan fyri einari konservativari gongd.
Og tí eru vit eisini altíð ov sein at gera neyðugu broytingarnar, og renna okkum tí føst í stirvnum skipanum, sum ikki hóska til framtíðina.
Og tað kostar.

At vit ikki fáa framt broytingarnar í fiskiveiðimálum nú, fer at kosta óluksáliga dýrt seinni. Nógv dýrari enn um broytingin varð framd nú beiananvegin.
Verandi skipan er longu so avlagandi, at varð ein reformur framdur nú, so hevði hann at kosta arbeiðspláss. Hann fer at kosta fleirfalt so nógv arbeiðspláss seinni. Tess longur vit skumpa neyðugu broytinginar frammanfyri okkum, tess størri verða avleiðingarnar, tá tær einaferð skulu fremjast.
Men veljarin hevur talað, og soleiðis skal tað vera.

2 comments:

  1. Tað, sum Hermann lýsir í 2. reglubrotið, er, eftir mínum tykki, avleiðingin av tí forskrúvaða týdninginum, ið orðið vælferð hevur fingið ílagt.

    ReplyDelete
  2. Ja, hetta er ein ógvuliga syrgin støða at standa í. Men eg eri ikki samd í at veljarin hevur talað; eg trúgvi, at ein ørgrinna av veljarum ikki hevur hugsað um hendan spurningin. Alt tosið um skattalætta og so sjálvandi týdningurin av lokalpolitikki er nógv lættari at skilja, og eg trúgvi at tað er tað ið flestu veljarir hava givið sína atkvøðu til.
    So soleiðis skal tað ikki vera! Fyrst og fremst er at vóna, at løgmaður og Sambandi fer at taka atlit til tyngdina á hesum máli, og ikki fríggja til fólkaflokkin, men heldur til javnaðar og tjóðvaldisflokkin. Um tað ikki verður so, oso er tað týddningarmikið at vit ikki geva upp! Fólkaræðið handlar ikki bert um at fara á val. Vit hava ábyrgd sum borgarar í hesum samfelagnum, ikki bert at velja rætt til valið, men eisini at seta okkum inn í landsins viðurskifti og at vísa á okkara ónøgd um tað er okkurt ið vit ikki halda er rætt; eisini ímillum valini!
    Eg fekk eyga á týddningin av hesum spurninginum á tínum bloggi. Og tað er soleiðis at eg haldi at vit skulu arbeiða nú. Gev ikki upp, men blív við at skriva og tosa um týdningin av hesum. Eisini ímillum valini.

    ReplyDelete