15.9.21

Hvussu hava Føroyar húsast við donsku ríkisveitingini?

Á hvørjum ári fáa Føroyar nú eina upphædd upp á um leið eina miljard úr Danmark, sum er búskaparligur styrkur. Hjálparveiting at kalla. Hendan upphædd verður skrásett á inntøkusíðuni í roknskapinum um viðskifti Føroya við umheimin. Spurningurin er so hvat gagn ið hendan gávan ger samfelagnum.

Hendan heilt stutta søgan um ríkisveitingina í næstan sexti ár, vísir hvussu føroyingar hava húsast við donsku ríkisveitingini. Uppgerðin er grundað á tey tjóðarroknskapartøl sum fyrst Búskaparráðið og síðani Hagstovan hava gjørt upp.

Uppgerðin vísir í stuttum at ymisku tíðarskeiðini hevur føroyska samfelagið brúkt ríkisveitingina á so ymsan hátt, og serstakliga at seinastu tríati árini er ríkisveitingin saman um tikið send av landinum aftur, partvíst sum gjald fyri óneyðuga stóra skuld og partvíst til goymslu í útlendskum fíggjarognum.

Gjaldsjavnin er roknskapur Føroya mótvegis umheiminum. Hann vísti til dømis at í 2012 stóð mestsum á jøvnum millum inntøkur og útreiðslur mótvegis umheiminum. Vit innfluttu fyri næstan somu upphæddir, sum vit fingu í kassan uttaneftir. Men tað merkir so eisini, at uttan ríkisveitingina hevði verið eitt hall mótvegis umheiminum upp á 750 miljónir.

Soleiðis ber til at siga, at í 2012 brúktu Føroyar alla ríkisveitingina til at innflyta meira enn ráðini vóru til.

Hetta skiftir frá ári til árs, og tí er neyðugt at rokna miðaltølini fyri fleiri ár á rað, fyri at síggja okkurt slag av gongd, av ráki, av tendensi. Soleiðis eru tølini í talvuni omanfyri roknað, og sama gongd verður víst í strikumyndini niðanfyri.

 

 

Bláa strikan vísir hvussu nógv av ríkisveitingini í miðal verður brúkt til at hava hall á viðskiftunum við umheimin (innflyta fyri meira enn útflutt verður fyri), fyri at fáa vælferðagagn av ríkisveitingini. Her sæst m.a. at fyrsta skeiðið frá 1962 til 1974 verða 100% - øll ríkisveitingin - brúkt til at innflyta fyri meira enn útflutt verður fyri. Reyða strikan vísir úrslitini fyri hvørt árið sær.

 

 

 

 












No comments:

Post a Comment