23.9.21

Viknaðu Føroyar tá ríkisveitingin varð skerd í 2002?

Samandráttur: Føroyar hava staðið seg sera væl eftir at ríkisveitingin varð skerd 366 miljónir í 2002. Búskapurin er vaxin meira enn tvífalt so nógv sum hin danski, so at munurin millum vælstandin í londunum báðum er minkaður síðani tá. Føroyski búskapurin er eisini vaxin tvífalt so skjótt sum hin grønlendski, hóast teirra ríkisveiting ikki varð skerd. Vøxturin í tali av løntakarum hevur verið hin sami tey 17 árini eftir at ríkisveitingin varð skerd, sum hann hevði verið tey 17 árini frammanundan.

Minkingin í ríkisveiting bliknar kortini í mun til aðrar stoytir, sum rakt hava búskapin síðani tá. ILA sjúka í alifiski og afturgongd í fiskiveiðini tey fyrstu árini, hava helst ávirkað búskapinum meira enn skerjingin av ríkisveitingini. Heimsumfatandi fíggjarkreppan í 2008 skerdi búskapin munandi meira enn minkingin av ríkisveitingini. Árinini á búskapin av minkandi ríkisveiting, blikna somuleiðis í mun til strúkandi frammgongdina í búskapinum hesi seinastu 10 árini.

Alt bendir sostatt á at skerjingin av ríkisveitingini hevði ongi ring árin á búskapin, sammett við grønlendska búskapin, sum hevur varðveitt allar veitingar, og sammett við danska búskapin sum er sjálvstøðugur búskapur í ES.

Eitt natúrligt experiment

Í samfelagsvísindum ber ikki til at gera vísindaligar royndir, eins og tað ber til í náttúruvísindum. Men onkuntíð henda slíkar vísindaligar royndir av sær sjálvum, so at til ber at eygleiða gongdina árinini aftaná.

Eitt slíkt experiment er farið fram síðani ríkisveitingin varð skerd við 366 miljónum í 2002.

Hvussu hevur búskapurin háttað sær síðani tá? Er samfelagsbúskapurin minkaður so ógvusliga sum Magni Laxáfoss og Sambandsflokkurin vildu hava okkum at trúgva, tí at ríkisveitingin skuldi eitast at hava ”multiplikatoreffekt” so tað rungaði eftir í?

Vell, vit mugu fyrst viðganga at vit hava ikki øll tey neyðugu mátini, sum einhvør onnur siviliserað tjóð hevur – serstakliga tey sjálvstøðugu ríkini, sum skulu standa til svars fyri ST, ES, IMF, Heimsbankanum og øðrum altjóða stovnum.

Tí mugu vit klára okkum við teimum hagtølum vit hava, hóast tey so ikki vísa sanna BTÚ í føstum prísum. Her hyggja vit at gongdini og samanbera bruttotjóðarúrtøkuna (BTÚ) býtta við brúkaraprístalinum í londunum.

Sambært hesum máti hevur føroyski búskapurin staðið seg betur enn bæði hin grønlendski og hin danski hesi árini frá 2003 til 2019. Munandi betur skal sigast. Vøxturin í Føroyska búskapinum hevur í miðal verið 3,4 prosent um árið, meðan hann hevur verið 1,9 og 1,4 prosent í ávikavist Grønlandi og í Danmark.

Av tí at føroyskur tjóðarroknskapur ikki byrjar fyrr enn í 1998, ber illa til at gera haldgóðar metingar av búskapargongdini undan skerjingini av ríkisveitingini, tí áramálið verður ov stutt. Tessvegna haldi eg at frægasta mátið er støddin á arbeiðsmarknaðinum. Hagtøl um tal av løntakarum byrjar í 1985, og tí fáa vit meting av teimum 17 árunum undan 2002, og 17 árum eftir 2002.

Eftir 2002 verða løntakararnir 0,8 prosent fleiri hvørt ár, aftur ímóti einum árligum vøxtri upp á 0,7 prosent undan skerjingingini av ríkisveitingini í 2002. Sambært hesum tykist vaxtrarmagnið í búskapinum at vera nakað tað sama eftir skerjingina sum tað var frammanundan.

Farið varliga!

Til tess at gera meiri haldfastar niðurstøður, krevst meira umfatandi greining. Tí skulu vit vera varin við alt ov avgjørdum niðurstøðum.

Eitt nú hava verið øgiligar kreppur, eins og tað hava verið ár við rúkandi frammgongd. Slík sveiggj kunnu skeikla myndina, so at roknaði miðaltøl vera ikki rættvísandi.

Eg haldi kortini at tað ber illa til at halda fast við dómadagspá við teimum ábendingum, sum fáast burtur úr hesum hagtølunum.

No comments:

Post a Comment