22.9.21

Tøkk fái ríkisveitingin: føroyingar ríkari enn danir

Samantøka

Nú á døgum framleiðir miðal føroyingurin eins stór virði og miðal danin. Aftrat hesum virði fær føroyingurin ríkisveiting frá dananum, so at føroyska inntøkan nú er munandi størri enn hon er í Danmark.

Tá vit bera saman miðal vælstand millum lond, er vanligt at sammeta BTÚ roknað upp á fólki (per capita GDP). BTÚ roknað upp á fólkið er frægasta mátið vit hava til at vísa magnið í búskapinum til at framleiða vælstand.

Men allir búskaparfrøðingar vita av at hetta er kortini ikki besta mátið av inntøkum, tí BTÚ vísir bara inntøkurnar, sum skaptar eru heima í sjálvum búskapinum. BTÚ vísir til dømis ikki tær inntøkurnar, sum føroyingar vinna uttanlands, og BTÚ vísir heldur ikki inntøkurnar sum Føroyar fáa til gávis úr Danmark.

Tíbetur eru onnur hagtøl, sum meira neyvt vísa samanløgdu inntøkurnar í londunum, so at vit bæði kunnu samanbera framleiðslumagnið í búskapinum (BTÚ) og samanløgdu inntøkurnar, sum verða samantaldar í tøku bruttotjóðarinntøkuni (tBTI).

Av tí at Føroyar og Danmark hava sama gjaldoyra, er sammetingin ikki so heilt av leið, sum hon hevði verið um londini ikki høvdu sama gjaldoyra. Tí eyðvitað ber illa til at bera saman til dømis ta upphædd sum miðal norski borgarin og miðal danski borgarin hava at ráða yvir. Teir búgva í londum hvørt í sínum gjaldoyra og hvørt við sínum prísum.

Siga vit at prísirnir og prísgongdin eru eins í Danmark og í Føroyum, so kunnu vit heilt neyvt at bera saman donsk og føroysk hagtøl. Men av tí at prísirnir og prísgongdin valla eru heilt eins, so mugu vit lesa tølini við tí fyrivarni.

Kunnu vit brúka brúkaraprístalið at miða okkum eftir, eru prísirnir vaxnir munandi meira í Danmark enn í Føroyum hesi seinastu 20 árini. Er hetta rættvísandi gongd, nýtist okkum ikki at taka omanfyuri nevndu fyrivarni, tvørturímóti.

Sum strikumyndirnar vísa, so hevur miðal føroyingurin togað seg inn á miðal danan seinastu 10 árini, bæði hvat ið viðvíkur framleiðslu (BTÚ) og samantaldari inntøku (tBTI). Fyrstu 10 árini av hesum vísta skeiði framleiðir miðal føroyingurin bara eini 77 prosent av tí ið miðal danin framleiðir, men inntøkan (tBTI) er stívliga 90 prosent av tí, ið danski borgarin fekk burturúr. Munurin eru inntøkurnar uttaneftir: lønir hjá føroyingum í arbeiði uttanlands, men í størri mun danska ríkisveitingin.

Mynd: Bruttotjóðarúrtøka og tøk bruttotjóðarinntøka, roknað upp á fólkið í túsund krónum, Danmark og Føroyar, 1998-2019

 

Seinna partin av vísta skeiðinum er vent í holuni. Nú framleiðir miðal føroyingurin sama virði sum hin danski, og miðalinntøkan er nú eini 6 prosent hægri enn hjá miðal danska borgaranum.

Fer hesin munurin at vara við? Er hetta ein gongd, sum fer at halda framm? Tað vita vit sjálvandi ikki enn. Men vit vita í hvussu er at hesi seinastu árini hava verið merkt av øgiliga stórari nøgd av alifiski fyri góðar prísir á heimsmarknaðinum.

Men heilt fast stendur í hvussu er, at í løtuni lyftir ríkisveitingin inntøkustøðið hjá miðal føroyinginum munandi upp um tað hjá miðal danska borgaranum.

No comments:

Post a Comment