16.9.21

Meira ríkisveiting minni skattatrýst


Seinast skrivaði eg um hvussu Føroyar hava húsast við ríkisveitingini í viðskiftunum við umheimin. Her eru nøkur orð um hvørji árin ríkisveitingin hevur á heimlendska búskapin.

At leggja nakrar hagtalsligar staðfestingar sum botn av vitan og kunnleika undir viðgerðina, er altíð gott.

Til støddar er tað almenna í Føroyum eins og tað er í hinum norðurlondum. Í miðal telja almennu útreiðslurnar um leið 51% av bruttotjóðarúrtøkuni í norðurlondum, og í Føroyum telja tær 52%, og Føroyar liggja tí mitt í rúgvuni.


Men hetta megna Føroyar hóast sonevnda rættaða skattatrýstið er munandi minni enn í flestu norðurlondum. Allir skattir og avgjøld telja í Føroyum 39% av tøku bruttotjóðarinntøkuni, meðan tey í Danmark og Finnlandi telja heili 46 prosent av búskapinum.

Orsøkin er sjálvandi tann, at Føroyar fáa ríkisveitingina í landskassan, sum millum annað verður brúkt til at minka um skattatrýstið. Slíkar inntøkur hava hini norðurlondini ikki, sum mugu fíggjað allan almenna bygnaðin við innkravdum skattum.

Ríkisveitingin verður goldin Løgtinginum beinleiðis, sum tá stendur við munandi betri kortum á hondum, enn øll onnur sum ætla sær at keypa arbeiðstímar frá borgarunum. Brúkti Løgtingið alla ríkisveitingina til at keypa arbeiðstímar, vórðu tilsvarandi færri arbeiðstímar tøkir í marknaðarligari vinnu sum til dømis á fiskavirkjum, matstovum, byggivirkjum og so fram vegis. Greitt er tí at ríkisveitingin hevði skeiklað búskapin munandi, um Løgtingið bar seg soleiðis at.

Satt at siga keypir tað almenna – land og kommunur – rættuliga nógvar arbeiðstímar fyri ríkisveitingina, um ikki fyri allar pengarnar.

Løgtingið brúkar eisini pengarnar til at økja um keypiorkuna hjá skattaborgarunum. Sum vera mann er skattatrýstið munandi lægri í Føroyum enn í flestu øðrum norðurlondum, nú Løgtingið fær so ríkiligt av pengum úr Danmark. Og tað tykist vera funnin fressur. Øll fáa størri part av lønarinntøkuni at ráða yvir sjálvi, og soleiðis økist vælstandurin manna millum beinleiðis av ríkisveitingini.

Tað ger hon eisini. Men ikki treytaleyst.

Í fyrra lagi hevur Løgtingið tikið arbeiðstímar burtur av hesum avmarkaða marknaði. Í øðrum lagi hevur Løgtingið givið borgarunum munandi meiri pengar at keypa fyri, vegna tess at skattatrýstið er so nógv minni enn aðrastaðir. Úrslitið er at fleiri pengar nú kappast um sama arbeiðsmarknað, so at lønar- og príslagið verður hægri enn tað annars hevði verið, og tí fáa borgararnir minni vælferð burtur úr hesi vælsignaðu ríkisveiting.

Altjóða kanningar vísa at smá atlond ella heimastýrislond ikki standa seg betur í búskaparvøxtri enn tey lond, sum hava loyst frá hjálandaveldinum (1). Kanningarnar vísa eisini heilt greið tekin um omanfyri nevndu hálendsku sjúkutekin av ríkisstuðli. Vist er eisini í mongum kanningum at slíkur ríkisstuðul má umsitast við varsemi, fyri ikki at enda við at meira verður mist enn vunnið.

Aftrat hesum báðum fyribrigdunum sum tøva gagnið av ríkisstuðli, ger eitt triðja fyribrigdi seg eisini galdandi. Tá slíkar ókeypis gávur koma inn í búskapin, eru tað tey við mestu samfelagsligu maktini sum megna at kradda sær størsta partin. Og hetta var júst tað sum hendi í teimum vanlukku áttati árunum í farnu øld, sum rendi land og fólk á ørmundarhús. Studningarnir til fiskivinnuna kostaðu fleirfalt ríkisveitingina, og landið fór á heysin. Alt hetta hevur í mong ár drigið burtur úr gagninum av ríkisveitingini.

Tað er eisini ríkisveitingin, sum fær Løgtingið at seta seg ført fyri at veita reiðarunum í uppsjóvarfiskiveiði og alifyritøkunum tann sóma, at sleppa undan at gjalda Føroya fólki fult gjald fyri einkarrættin til náttúrutilfeingi. Hetta máðar eisini undan samfelagsliga gagninum av ríkisveitingini.

Hvussu nógv er so eftir av henni? Eg veit ikki, og tað vita vit helst ikki fyrr enn hon heldur uppat.

 

(1) Betermier, Sebastien. (2004). Selectivity and the Economics of Independence for Today's Overseas Territories. Explorations: The UC Davis Undergraduate Research Journal. 7. 

No comments:

Post a Comment