23.6.13

Váðaliga ferðin undir Tangafjørð


Mær ger tað ongan mun um nýggj farleið millum Havnina og Skálafjørðin verður undir privatum ella almennum ræði. Ja, mær ger eisini tað sama um nøkur nýggj farleið verður yvirhøvur. Eg fari ikki at gjalda nakað betýðiligt av henni kortini.
Men mær ger ikki tað sama um almennir myndugleikar í fávitsku binda meg og hinar skattgjaldararnar til at gjalda óneyðugar útreiðslur til pengasterkar einstaklingar. Og tað kann so lættliga henda í hesum føri, tá privati pengasterki fíggjarin hevur so góð kort á hondini í mun til ein illa mannaðan almennan mótpart.

18.6.13

Hús ríkisins


Umsett eftir grein Jóns Steinssonar, kennara í búskaparfrøði við Columbia University

Nú er tað so, at ríkið eigur hús sum tað ikki sjálvt hevur brúk fyri í løtuni. Húsiini eru vorðin tjóðarogn og tí sleppur landið ikki at selja tey. Ríkið ætlar sær tí at leiga onkrum húsini. Men heldur enn at leiga tey til tann prís, sum fæst á fría marknaðinum, avger ráðharrin at leiga teimum húsini, sum guldu fyri valstríð stjórnarflokkanna, og tað fyri eina leigu sum bara er fimtiparturin av tí, sum hevði fingist á fría marknaðinum – 10 milj.kr heldur enn 56 milj.kr.
Tá tað frættist um hesa avgerð, halda nøkur hetta at vera eina gølu. Tey siga at ráðharrin eigur at tryggja ríkinum fult marknaðarvirði fyri húsini.

15.5.13

Víkingasiðir og fimtingslutfall

Flestu okkara halda óiva enn, at norðurlond teljast millum londini við mest jøvnum inntøkum og mesta javna borgaranna millum. So einvíst og einfalt kann tað ikki sigast longur. Myndin er meira fløkt og ójavnin í norðurlondum er vaxin ræðandi nógv í mun til onnur lond í Evropa.

Eitt av hagtalsligu mátunum fyri ójavna í inntøkum er sonevnda 80/20 mátið – eisini kallað fimtingslutfallið, tí tað sammetir ríkasta og fátækasta fimtingin. Hetta ábendingatalið verður nemliga roknað sum lutfallið millum samanløgdu inntøkuna hjá tí fimmtinginum sum forvinnur mest, í mun til inntøkuna hjá tí fimtinginum sum forvinnur minst. Er talið 3, so merkir tað, at ríkasti fimtingurin forvinnur tríggjar ferðir so nógv sum fátækasti fimtingurin.

Fyri nøkrum árum síðani var fimtingsmátið í Evropalondum rættuliga einfalt at minnast. Talið var 3 í norðurlondum, 4 í norðurevropa, 5 í Bretlandi og eini 6 í suðurevropa. Í miðal var tað 5 fyri alt Evropa. Norðurlondini øll teljast millum tey lond, við minsta ójavnanum millum ríkasta fimtingin og fátækasta fimtingin.

Miðaltalið er enn 5 fyri alt Evropa, men ein av stóru broytingunum er, at norðurlond hava kropið sær upp frá 3 til eini 4. Tað vil siga at ójavnin í norðurlondum er vaxin.

19.4.13

HALLELUJA


Hóast eg telji meg sjálvan millum kritikarar landsins, haldi eg meg ikki teljast millum grenj landsins.
Hóast nógv er at finnast at, so kann eg dagliga undrast yvir hvussu væl vit hava fingið samfelagið at hanga saman – vit fáu tandur úti á hesum naknu klettunum. Satt at siga haldi eg tað vera eitt av teimum heilt stóru búskaparligu og samfelagsligu undrunum, sum eru at finna yvirhøvur.
Oyggjasamfeløgini eru nógv í tali – bæði tey fjarskotnu í Kyrrahavinum og Indiska Havinum. Og so eru tað oyggjasamfeløgini fram við strendur heimsins. Summi sjálvstøðug oyggjaríki, eins og Fiji og Tonga, summi sjálvstýrandi, eins og Føroyar og Guernsey. Og so onnur assimilerað í meginlandið bæði búskaparliga, mentunnarliga og samfelagsliga í aðrar mátar, eins og Gotland og Hetland.
So tað at vera pinkalítið oyggjaland er einki bragd.
Men at vera so væl skipað, so væl mentað, demokratiskt við fult tryggjaðum mannarætti, og so búskaparliga ríkt – sí, tað er eitt bragd.

1.2.13

MYRKASPÆL


Minnast tit Chemical Ali – eisini nevndur Comical Ali?

Tað var hann, sum stóð í logandi, sundurbumbaða Bagdad og fortaldi altjóða pressuni, at nú var sigur í hondum. Fíggindin var niðurbardur. Aftan fyri hann logaði allur býurin.

Soleiðis tykir mær at okkara landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Vestergaard, stendur í Føroyalands miðstað og pástendur at ongastaðni í heiminum verða fiskirættindi seld á almennum og fríum uppboð.

Eitt av fáu londum heimsins, sum í stóran mun hevur loyvt almennari kappbjóðing um fiskirættindini, eru nettupp Føroyar!!!

6.12.12

Búskaparfrøði í advent


Tvær so rámandi søgur hava vitjað meg aftur og aftur, nú tað stundar til jóla. Tvær søgur, sum minna okkum á at vit eiga at vera góð hvør við annan, hóast - men eisini júst tí - at vit liva saman í einum mangan avbjóðandi samfelag.
Onnur søgan er hon, sum Annliss Bjarkhamar sigur frá sínum virki í hjálparátakinum Í Menniskjum Góður Tokki, at fimmhundrað familjur aftur í ár leita sær ein skáða upp undir jólini. Tey venda sær til hjálparfelagsskapin, tí at tey liva undir so fátæksligum korum, at jólini verða ein tung byrða, heldur enn tann gleðishøgtíð tey eiga at vera.
Hetta er í stóran mun tey óhepnu, sum antin verða arbeiðsleys, verða rakt av sjúku ella sálarligum afturstigi, skiljast frá makanum ella koma í samlívsóføri av øðrum slag. Tað kann raka okkum øll, og knøini kunnu hoykna undan tí besta. Bara byrðan gerst nóg tung.
Og óeydnan kann vera so beisk, at vit ikki orka at reisa okkum aftur sjálvi. Men í samfelag eru vit saktans før fyri at hjálpa, og kunnu saktans syrgja fyri, at vit ikki bjóða nøkrum her á landi so ljót kor.

23.11.12

Kapitalisma er ikki at spæla við

Føroyar eru millum ríkastu lond heimsins, tí vit hava arvað norðurlendska brigdið av kapitalismu, sum passar okkum so avbera væl. Vit hava parað tað við opið demokrati og rímiliga trygging móti blóðfátækt á aftasta bonki.

Hendan er skipanin, sum norðurlond hava bygt sína vælferð á hesi seinastu hundrað árini.
Men kapitalisma er ikki at spæla við.

22.11.12

Góða uppskriftin

Fremsta uppgávan hjá privata kapitalistinum í fiskivinnuni er sjálvsagt at fáa íløguna at kasta sum mest av sær, og at reka virksemið soleiðis, at íløgan heldur fram at geva honum nøktandi vinning. Sum hjá øðrum kapitalistum.

Týdningarmesta uppgávan hjá tí almenna er harafturímóti meira sosial, nemliga fólksins vegna at umsita havøkið og fiskastovnarnar. Eins og privati kapitalisturin skal hann tryggja eigaranum – Føroya fólki – at ognin kastar sum mest av sær nú og komandi tíðir. Myndugleikarnir skulu ansa eftir lívfrøðiliga meinginum og búskaparliga feinginum, so at tað ikki forferst, men kemur samfelagnum øllum til góðar.

20.11.12

Veðseta ognina hjá onkrum dummum hundi ?


Í útvarpstíðindunum bórust tey tíðindi, at stjórin í Føroya Banka, John Rajani, á fiskivinnutinginum (sum bankarnir rindaðu) hevur borið fram ynski um at sleppa at taka veðhald í fiskiloyvunum.
Bankin vil hava pant í fiskiloyvum, tí so verður trygdin betur hjá bankanum at fáa pengarnar aftur, um illa vil til. Tí skal Føroya fólk bara geva avkall upp á sína ogn. Og tað er ikki meira enn rímiligt, tá havt verður í huga hvønn týdning bankin hevur fyri føroyingar.
John Rajani heldur at tá hann lænir Hanus Hansen pengar, so skal hann ikki bara hava pant í ognini hjá Hanusi Hansen, men eisini pant í ognini hjá øllum øðrum føroyingum aftrat?!

14.11.12

Hvat rakar tað okkum, um flotin tjenar pengar?


Føroya Landsstýri fyriskipar og bjóðar til serstakan fund um fiskivinnuna – til Fiskivinnuting. Fiskivinnutingið er dagurin tá politiska maktin bjóðar partaeigarum og øðrum, sum hava við fiskivinnuna at gera, til at tosa seg til sættis. Bankarnir betala gildið.
Eitt av málunum, sum verða umrødd á fundinum, er nettupp hetta: “Soleiðis kann flotin vinna pening”.
Eg mátti lesa tað umaftur. Føroya Landsstýri vil sleppa at fortelja reiðarunum hvussu teir skulu tjena pengar !?
Jú, rætt var. Hetta hevur malið í høvdinum á føroyskum politikarum í mannaminni, og tí er tað eisini ferð eftir ferð dottið tvíbuktað av tunguni – hvussu skal flotin tjena pengar?

11.11.12

Fiskivinnutingið er øvugt lobbi


Í undanfarnu grein her á blogginum spurdi eg hvussu tað man bera til, at ríku reiðararnir hava hesa næstan ósannlíku maktina í samfelagnum.
Og her kemur so ein partur av svarinum. Tað byrjar í orðasøguni um enska orðið “lobby”.

31.10.12

Miseydnaða landið


Í Álandi búgva 28 túsund fólk, og har hava tey tað eftir øllum at døma gott. So væl trívast tey, at tey fjølgast í stórum og vænta at verða heili fjøruti túsund í 2050.
Vit væntast eisini at verða eisini fjøruti túsund í 2050. Men tað er nú ikki tí at her stendur so óluksáliga væl til. Heldur tvørturímóti.
Flestu framskrivingar vísa at alt færri fólk fara at búgva í Føroyum komandi árini. Fyrstu árini fara vit ikki at merkja minkingina so væl, men sum frá líður fer hon at taka dik á seg og í 2050 verða íbúgvarnir um leið 40 túsund.
Og tað verða 40 túsund gomul fólk – í miðal munandi eldri enn í dag. Spurningurin, sum ikki er kannaður er tann, um eitt so lítið samfelag kann koma sær í vanda fyri at doyggja út.
So hvørt sum tey ungu flyta av landinum, eldast tey sum eftir eru. Tey eldast burtur av arbeiðsmarknaðinum, og samfelagið kann koma í tað støðu, at nóg mikið av virknum hondum er ikki til at breyðføða tjóðina.
Vandi er tí fyri at her avfólkast.
Eg helt at tað var bara í Føroyum, at so illa stóð til. Og tað er eisini rætt. Í ongum øðrum landi í grannalagnum eru útlit til at fólkatalið minkar. Í Grønlandi er ivasamt, hvussu gongdin verður, men beinleiðis minking vænta tey ikki fram til 2050.

29.10.12

Trý túsund krónur aftrat um mánaðin – nei takk !


Spotskliga verður sagt um okkum búskaparfrøðingar, at vit trúgva so fast upp á býttisliga einfaldar trúarsetningar, at vit púrasta avnokta veruleikan. Tí er tað at búskaparfrøðingurin ikki trýr egnu eygum sínum, tá hann sær ein hundraðkrónuseðil á vegnum. “Lá hann har, so hevði onkur langt síðani havt tikið hann upp!” Hann gongur tí framvið, og letur seðilin liggja. Onnur steðga og taka seðilin upp.
Men søgan eg nú skal siga, vendur beint øvugt. Búskaparfrøðingarnir hava funnið í túsundtals krónum til hvønn einasta føroying, men teir trúgva tí ikki – og lata seðlarnar liggja!
Trýrt tú mær ikki?
Hoyr so hesi orð:

18.9.12

Fólksins ogn í stjórnarskránna

Íslendska tjóðin hevur sett sær fyri at smíða sær nýggja stjórnarskipan.
Eftir at búskapurin í 2008 mestsum fór fyri bakka og djúpu sár samfelagsins komu undan kavi, hevur tjóðin havt úr at gera bara at koma seg eftir kreppuriðini. Men nú er stundin komin til at taka upp eftir seg, og fleiri sakarmál reika í hesum døgum í rættinum fyri at seinni at koma til dóms.

17.9.12

Fyrsta uttanlandsskuldakreppan í Evropa undan Evruni



Grein á búskaparpolitiska internet portalinum VoxEU um kreppuna í Føroyum í nítjanognítiárunum:

The first sovereign debt crisis in the EU